Norðurkorea vil hava heimsins sterkastu kjarnorkumegi

Norðurkorea er eitt stórt kjarnorkuveldi, sigur leiðarin sum letur okkum skilja, at hann fer at svara aftur upp á kjarnorkuálop

 

Kim Jong-un, norðurkoreanski leiðarin, sigur, at  evsta málið hjá Norðurkorea er at ahva heimsins størstu kjarnorkumegi.

Tað siga ríkisfjølmiðlarnir í Norðurkorea.

Kim Jong-un sigur, at hann er í ferð við at kanna eina nýggja rakett. 

Viðmerkingarnar koma, samstundis sum Kim Jong-un flytur fram tíggjutals leiðarar, sum hava verið við í royndarskjótingunum, sum landið hevur staðið fyri seinastu vikurnar.

Kim Jong-un staðfestir sambært tíðindastovuni Reuters, at Norðurkorea er ein væl roynd kjarnorkutjóð, sum kann standa ímóti Amerika.

Sambært norðurkoreanska leiðaranum hava landsins granskarar tikið eitt »vísindaliga risafet framá«, tá tað snýr seg um tøkni handan kjarnorkuspreingihøvd á rakettum.

Kim sigur, at royndarskjótingin av langrøkkandi rakettum, sum landið hevur framt í nakrar vikur, vísa, at Norðurkorea fer at svara aftur, um lopið verður á við kjarnorkuvápnum.

Hann lovar at svara aftur upp á kjarnorkuhóttanir úr USA við egnum kjarnorkuhóttanum.

/ritzau/