Norðurlendingar hittast í Ålborg

Í sambandi við, at Husets Sct. Jørgensgaard í Ålborg hevur 20 ár á baki verður skipað fyri ymsum tiltøkum í døgunum 17. til 23. mai.

Í morgin letur norski konsulin í Ålborg, Jens Chr. Schmidt upp tvær listaframsýningar, sum fara at sýna fram norðurlendska list. Tað er í sambandi við, at Huset Sct. Jørgensgaard í Ålborg hevur 20 ár á baki.

Framsýningarnar vera á Galleri Inuit í Ladegårdsgade og Husets Galleri í Hasserisgade. Føroyingar taka lut á báðum framsýningunum. Á Galleri Inuit fara Amariel Norðoy og Eyðun av Reyni at sýna fram málningar og á Husets Galleri fer Øssur Mohr at sýna fram.

Á framsýningunum eru verk eftir listafólk úr øllum Norðurlondum. Á Galleri Inuit luttaka úr Grønlandi Lars Møller, Julie Edel Berthelsen og Karl P. Andersen við málningum, og úr Noregi Alfred Vaagsvold og Lars-Erik Karlsen við myndahøggi og litgrafikki. Á Husets Galleri luttaka úr Íslandi Svanur Sigurgíslason og Gudrun Jonsdottir við málningum og grafikki, úr Svøríki Gunilla Rosenberg við vatnlitsmyndum, úr Grønlandi Christian Rosing við málningum og úr Noregi Lajla Eskedal og Liv Nesheim við málningum og glasi.


Føroyskur tónleikur

Av øðrum tiltøkum í sambandi við 20 ára hátíðarhaldið eru konsertir av alskyns slagi, listahandverksmarknaðir, fótbóltsdystir og nógv annað. Týskvøldið tekur eitt føroysk sangkór lut í Norðurlendska kórkvøldinum í Husets gård undir leiðslu av Hans Oliver. Hóskvøldið verður høvi at hoyra Mariu Guttesen við svingandi rocki og bleytum balladum. At hjálpa sær hevur Maria Thomas Riel á keyboard, Sune Thorbjørnson á guitar, Idu Nielsen á bassi og Rógva á Rógvu á trummum. Samanumtikið eitt føroyskt/århusianskt orkestur við vaggandi originalum samtíðartónleiki.

Hvønn dag verður høvi at royna mat úr teim ymsu Norðurlondunum á Husets Café. Á føroysku matskránni stendur fiskafrikadellur eftir tradisjónellari føroyskari uppskrift.

Hátíðarhaldið byrjar í morgin, sum er norskur tjóðdagur og tað setir sín serliga dám á. Norsk Forening og Norsk Studenter Forening skipa fyri felags borðhaldi á Slotshotellinum. Gingið verður skrúðgongu við rungandi norskum tónleiki og okkurt stuttligt verða at síggja og hoyra í Jomfru Ane Gade seinni um kvøldið. Norsk Forening skipar fyri veitsludøgverða í Husets Café fyri innbodnum í annaðkvøld.