info
Ongi úrslit

Norðurlendsk fak­fel­øg fyri undir­vís­ar­ar og gransk­arar hittast í Havn

Í døgunum 2.–4. juni 2026 eru Akademikarafelag Føroya (AKF) og Magistarafelag Føroya vertir fyri árligu Nordic Meeting

Eirikur Lindenskov
4. juni 2026 kl. 12:20

Tíðindaskriv:

Har umboð fyri norðurlendsk fakfeløg fyri granskarar og undirvísarar á Fróðskaparsetrum, hittast í Havn fyri at skifta orð um avbjóðingar og møguleikar á hægri útbúgvingar- og granskingarøkunum.

Fundurin savnar luttakarar úr Føroyum og hinum Norðurlondunum til tríggjar dagar við framløgum, kjaki og vitanardeiling um viðurskifti, sum hava týdning fyri undirvísarar og granskarar í øllum Norðurlondum.

Á skránni eru evni sum javnvág millum arbeiði og frítíð hjá undirvísarum og granskarum, akademiskt frælsi og lønarskipanir og lønarsamráðingar.

Fyrrapartin mikudagin varð sjóneykan sett á javnvág millum arbeiði og frítíð hjá akademikarum. Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, legði fram um støðuna í Føroyum við serligum atliti at kommunalum fyrisitingum, landsfyrisitingini og undirvísingar- og granskingarumhvørvinum. Eisini greiddu umboð úr hvørjum landi frá teimum størstu avbjóðingunum á økinum og teimum átøkum, sum verða gjørd fyri at bøta um støðuna.

Seinnapartin varð akademiskt frælsi høvuðsevnið. Martin Zachariassen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevði framløgu um møguleikar og avbjóðingar við akademiskum frælsi í smáum tjóðum. Harumframt legði Jon Iddeng úr norska Forskerforbundet fram um ráðstevnu um akademiskt frælsi sum verður í Oslo í mars komandi ár.

Í dag verður dentur lagdur á lønarskipanir og lønarsamráðingar. Arni Petersen, formaður í Akademikarafelag Føroya, fer at greiða frá sáttmálasamráðingunum í Føroyum og nýggja lønarkarminum, meðan umboð úr hinum londunum fara at deila royndir og sjónarmið um núverandi og komandi avbjóðingar á økinum.

Umframt fakligu skránna fáa gestirnir eisini høvi at uppliva føroyska samfelagið og mentanina. Á skránni eru vitjanir í Norðurlandahúsinum og Kringvarpi Føroya, gongutúrur í Tinganesi við leiðsøgufólki og føroyskur dansur.

Nordic Meeting er ein týðandi pallur fyri samstarv millum norðurlendsk akademikarafeløg og gevur høvi at styrkja fakligt netverk og deila vitan um møguleikar og avbjóðingar sum undirvísarar og granskarar standa yvir fyri í dag.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

39 minuttir síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

1 tími síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

2 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

3 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

4 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

5 tímar síðan