Undir heitinum ”Burðardygg økismenning í Arktis” varpar ein bólkur undir norðurlendska ráðharraráðnum, Nordregio, nú ljós á avbjóðingar og møguleikar í norðurlendsku útjaðarunum. Eisini í føroyska útjaðaranum.
Í Føroyum er tos um økismenning ikki ókent, og tvær verkstovur, ið eru partur av stóru norðurlendsku verkætlanini, hava í hesum døgum verið í Føroyum.
Fyri Nordregio er tað Birita í Dali, ið samskipar tvær verkstovur í Føroyum. Eini 15 borgarar í lokaløkinum vera sett saman at geva boð uppá tað, ið tey meta hevur týdning, um teirra økið skal menna seg. Tey skulu meta um avbjóðingar og møguleikar innan ymisk øki, t.d. tilfeingi, demografi, útbúgving, fólkatal og størv.
-Í heyst vóru verkstovur í Grønlandi, Noregi og Svøríki, og nú í januar og í februar verða seks verkstovur í Finnlandi, Íslandi og í Føroyum, greiðir Birita í Dali frá.
Í Føroyum hava verkstovurnar verið í Suðuroynni og í Runavík.
- Føroyar verða roknaðar sum partur av arktiska økinum. Eg veit ikki um allir føroyingar geva sær far um tað? Men Arktis er annað er Norðurpólurin, og tá tað kemur til samstarv og annað, so snýr tað seg um fiskivinnu, mentan og annað sigur Birita í Dali, sum metir tað hava týdning, at Føroyar hava virknan leiklut í arktiska samstarvinum.
Les meira í longri grein um evnið í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur út í morgin.
Myndin er frá verkstovuni í Suðuroynni fyri viku síðani.