Norðurlendsku hjartafelagskapirnar havt ráðstevnu og koma við áheitan!

Hjarta- og æðrasjúkur eru nummar eitt drepari um allan heimin og talið av fólki, sum liva við hjarta- og æðrasjúkum, er vaksandi.

Ígjøgnum tveir intensivar dagar hava norðurlendsku hjartafelagsskapirnir skift royndir og víst á, hvat vit mugu arbeiða við í felag, so fleiri fólk í Norðurlondum kunnu liva longri og sunnari lív.

Niðurstøðurnar eru greiðar:

Stórur tørvur er á ætlanum fyri,  hvussu vit kunnu viðgera hjarta- og æðrasjúkur á ES-stigi, norðurlendskum og landsstigi í øllum londum.

Á heimshjartadegnum, fara vit tí at heita á okkara heilsumálaráðharrar um at seta ítøkilig tiltøk í verk!

Saman kunnu vit gera mun!

 

Hjartafelagið