Norðurmakedónia var nær sensatiónini

EM 2020: Ukreina vann 2-1, men undirtippaðu norðurmakedónarnir vóru nær við

Ukreina vann sum væntað á Norðurmakedónia í fyrsta dystinum í dag. Talan var tó als ikki um einvegis ferðslu og dysturin var betri, enn hann kanska tykist á pappírinum.

 

Tað var eisini Norðurmakedónia, sum byrjaði meiri ágangandi og áleypandi, men tað gekk skjótt tá Ukreina fekk fatur á bóltinum. Tað kostaði í tveimum førum innanfyri fimm minuttir í fyrra hálvleiki. Fyrst Andriy Yarmolenko og síðani Roman Yaremchuk.

 

Í seinna hálvleiki minkaði Ezgjan Alioski um munin upp á brotsspark, men fyrst eftir at málverjin bjargaði. Síðani sendi hann returin í málið. Løtu seinnu fekk Ukreina brotsspark, men her bjargað málverjin. Higartil í EM hava verið fýra brotsspøk, og trý av teimum eru brend. Bara Cristiano Ronaldo hevur skorað úr ellivu metrum.

 

Móti dystarenda trýsti Norðurmakedónia, men teir høvdu ringt við at fáa spælt bóltin til rætta spælaran, áðrenn skotið kom á mál. Ukreina hevur nú trý stig. Í kvøld møtast Holland og Eysturríki í øðrum umfari í hesum bólkinum.

 

Ukreina – Norðurmakedónia 2-1 (2-0)

 

1-0 Andriy Yarmolenko, 29

 

2-0 Roman Yaremchuk, 34

 

2-1 Ezgjan Alioski, 57

 

Dómari: Fernando Andres Rapallini (Argentina)

 

Leikvøllur: Arena Națională (Bukarest, Rumenia)

 

Støðan:

 

1. Eysturríki 3

 

2. Holland 3

 

3. Ukreina 3

 

4. Norðurmakedónia 0