Noreg: Verkætlan fyri hálva miljard

Salaks AS er í samráðingum við fleiri skipasmiðjur um bygging av serstøku alistøðini.

 

 

 

Soleiðis sær Salaks AS fyri sær, at FjordMax alistøðin fer at síggja út. Mynd: NSK Ship Design

Verkætlanarleiðarin, Karl Erik Bekkeli.

Soleiðis sær Salaks AS fyri sær, at FjordMax alistøðin fer at síggja út. Mynd: NSK Ship Design

Verkætlanarleiðarin, Karl Erik Bekkeli.

 

 

Norska alifelagið - Salaks - ætlar at taka djúpt niður í lummarnar, nú felagið fyrireikar eina stóra aliverkætlan, sonevndu FjordMax-verkætlanina, sum fer at kosta meira enn eina hálva miljard norskar krónur.

 

- Vit eru farin undir samráðingar við fleiri skipasmiðjur um bygging. Vit eru farin víðari við samráðingunum við nakrar teirra, meðan aðrar ikki eru við meira. Vit vænta, at samráðingar verða við einar 3-4 veitarar at enda.

 

Tað sigur Odd Bekkeli við norska Folkebladet, og tað er iLaks, sum endurgevur kelduna.

 

Herfyri var Odd Bekkeli saman við øðrum í Salaks-leiðsluni og vitjaði SINTEF i Tróndheimi, har ymisk modell av FjordMax vórðu roynd.

 

FjordMax er hálv afturlatin alipallur, har allar veitingar fara fram á pallinum. Pallurin fer at hava eina tríkantaða berandi konstruktión, bygda úr stáli - við trimum stórum alinótum.

 

- Tað kann væl vera, at tað verður norskur veitari sum fær sáttmálan, men enn er ov tíðliga at siga nakað um tað, sigur verkætlanarleiðarin í FjordMax-verkætlanini, Karl Erik Bekkeli.

 

Salaks søkti í juli í 2017 myndugleikarnar um níggju menningarloyvi til tess at fremja FjordMAX-verkætlanina.  i juli 2017. Men, umsóknin varð ikki gingin á møti.

 

Alifelagið kærdi avgerðina og fekk fyri jól í 2019 seks menningarloyvi til FjordMAX-verkætlanina.

 

- Tá tað verður greitt, hvør fer at byggja alistøðina, ganga tað helst eini 20 til 26 mánaðir, til støðin er í gongd, sigur verkætlanarleiðarin.

 

Salaks AS hevur høvuðssæti í Salangen kommunu í Norðurnoregi, og Wikipedia sigur, at tað eru lokalir, sum eiga felagið.

 

##med2##

 

 

 

Soleiðis sær Salaks AS fyri sær, at FjordMax alistøðin fer at síggja út. Mynd: NSK Ship Design

Verkætlanarleiðarin, Karl Erik Bekkeli.