Noreg bannar sølu av orkudrykkjum til børn undir 16 ár

Orkudrikkir við koffein eru skaðiligir fyri børn, heldur Stórtingið í Noreg, sum nú bannar sølu til børn.

 

Tað er ikki longur gjørligt hjá børnum og ungum undir 16 ár lógliga at keypa orkudrykkir í norskum handlum.

Tað hevur ein meiriluti í Stórtinginum gjørt av, skrivar NTB.

Harumframt eru fleiri flokkar eisini samdir um eitt bann ímóti at marknaðarføra ósunnan mat og drykkir, har marknaðarføringin vendir sær ímóti børnum og ungum undir 18 ár. Tað nýggja bannið er ein partur av eini fólkaheilsufrágreiðing í Noreg.

Cecilie Myrseth úr Arbeiðaraflokkinum lýsir tiltøkini sum góð og neyðug.

– Mongdin av lýsingum, sum børn og ung verða útsett fyri, ávirkar etivanar og og heilsu – og fleiri og fleiri børn eru líða av ovurvekt. So vit eru noydd at seta tiltøk í verk, har vit kunnu, fyri at verja og fyribyrgja, sigur hon sambært NTB.

Hjá okkum er einki aldursmark fyri sølu av orkudrykkum.

Tað er tó lógarkrav fyri framleiðarar av drekki- og matvørum við høgum koffeininnihaldi at skriva uttan á vøruna: »Eigur ikki at verða latið børnum og kvinnum við barn«.

Danska matvørustýrið mælir frá, at børn drekka orkudrykkir. Ung tola hægst eina lítla dós av orkudrykki um dagin svarandi til 25 centilitrar. Men tað er bert galdandi, um tey ikki fáa koffein úr cola, kaffi ella te.

/ritzau/