Noreg hevur knívin á barkanum

Spania og Ísland vunnu sannførandi sigrar í dag, og harvið eru hesi londini favorittar at halda fram í kappingini

Tá ið tey trý innleiðandi umførini í EM kappingini í hondbólti, sum tað í kvøld var farið undir í Danmark, eru av seinni í vikuni, verða trý tey bestu í bólki A og trý tey bestu í bólki B løgd saman í ein bólk. Tað vil siga, at í fyrsta umfari verður eitt lið í hvørjum bólki sáldað frá.

Í bólki B vann Ísland fyrr í dag 31-26 á Noregi, og favorittarnir í Spania vunnu 34-27 á Ungarn. Mett út frá avrikunum í dag so er lítil ella eingin ivi um, at bólkafinalan í bólki B verður millum Spania og Ísland, sum hittast hósdagin.

Tí verður tað lyklauppgerð, sum verður avgerandi fyri lagnuna hjá Noregi, tá ið norðmenninir hósdagin skulu spæla ímóti Ungarn. Norðmenninir siga seg hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast Íslandi at vinna bæði á Spania og Ungarn, sum Ísland skal spæla ímóti týsdagin.