Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, OECD, sigur í einari nýggjari meting, at Noreg er komið burtur úr altjóða fíggjarkreppuni. Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, er fegin um metingina.
-Greiningin, sum OECD hevur gjørt av norska búskapinum, staðfestir, at sum eitt av teimum fáu londunum er Noreg sloppið burtur úr fíggjarkreppuni við góðum vøkstri, lítlum og minkandi arbeiðsloysi og tryggum fíggjarviðurskiftum, segði Jens Stoltenberg í gjár í París, har OECD heldur fund.
OECD væntar, at framburðurin í norska búskapinum uppi á landi verður 3,3 prosent í ár og 4,0 prosent næsta ár. Harafturat verður mett, at lønar- og prísvøksturin verður 1,7 prosent í ár og 2,0 prosent í 2012.