Noreg lænir Íslandi umstrítt koppingarevni

- Vit umhugsa, um vit skulu lána út Astra Zeneca-skamtirnar, sum vit hava á goymslu, siga norsku myndugleikarnir.

 

VG veit í dag at siga, at Ísland fer at lána 16.000 skamtir av koppingarevninum AstraZeneca frá Noregi. Hetta skriva íslendsku heilsumyndugleikarnir á sínum heimasíðum, sum norska heimasíðan vísir til.

Sambært íslendsku stjórnini er væntandi, at skamtirnir koma til Íslands hesa vikuna og fara at verða býttir út um landið í næstu viku. Tað verða bara fólk, sum eru 60 ár og eldri, sum fáa í boði nógv umrødda koppingarevnið.

VG vísir á, at norsku heilsu-og umsorganarmyndugleikarnir hvørki vilja vátta ella avsanna tað, sum íslendskir heilsumyndugleikar siga um hesar 16.000 skamtirnar. Myndugleikarnir siga soleiðis við heimasíðuna hjá VG.

- Vit umhugsa, um vit skulu lána út Astra Zeneca-skamtirnar, sum vit hava á goymslu, men vit eru ikki komin til nakra niðurstøðu enn. Væntandi er tó, at hetta skjótt verður greitt, sigur ríkisskrivarin, Saliba Andreas Korkunc í telduposti til VG.

Norski Fólkaheilsustovnurin hevur tikið ein steðg í nýtsluni av AstraZeneca, síðan tað gjørdist greitt, at nakrir tilburðir vóru av blóðtøppi millum fólk, sum vóru koppsett við hesum koppingarevni.

Fólkaheilsustovnurin hevur annars mælt til, at Noreg púrasta gevst við nýtsluni av Astra Zeneca. Stjórnin hevur sett ein serfrøðingabólk at meta um, hvørt landið skal brúka hetta koppingarevnið yvirhøvur.

Ein niðurstøða um hetta skal verða klár hin 10. mai í ár.