Noreg: Selja koronu-smittu í sosialum miðlum

- Um hetta passar, er tað ikki eitt gott hugskot, og tað kann vera revsivert við vilja at flyta smittu yvir á onnur, sigur norski heilsustjórin, Espen Rostrup Nakstad.

 

 

Virkandi heilsustjórin í Noregi, Espen Rostrup Nakstad, ávarar nú ung um, at tað er ólógilgt við vilja at smitta onnur við koronu fyri at tey, sum soleiðis verða smittað, kunnu fáa somu rættindi sum fólk, ið hava havt koronu ella eru koppsett. Sum skilst, er hetta eitt mál, ið verður nógv umrøtt í Noregi í løtuni, serliga við atliti til tey rættindi, sum tað væntandi fer at geva fólki, at tey antin hava havt koronu - ella eru koppsett.

 

Í Noregi eru enntá røddur frammi um tað, tey rópa Snapchat-smittu, har fólk, ið hava koronu, kunnu fáa 100 ella 200 krónur fyri at smitta onnur ung. Hetta snýr seg sum skilst um, at fólk, ið hava koronu, senda Snapchat til vinir og kenningar og siga frá, at tey eru sinnað at smitta onnur fyri pengar.

 

Borgarstjórin í Skien í Noregi, Hedda Foss Five, váttar yvirfyri tv2.no, at hon hevur hoyrt um, at fólk bjóða sær til at smitta onnur fyri pengar. - Eg vóni, at hetta er fjas, sum ungdómurin fæst við, men um hetta er veruleiki, er tað vanlukkuligt. Eg vóni, at ungdómurin skilir, at hetta er ein sjúka, sum fólk kunnu gerast deyðsjúk av. Hetta er ikki at spæla við, sigur hon.

 

Kommunuyvirlæknin, Jan-Arne Hunnestad, heldur tað vera hugsandi, at slaturin, sum gongur, er sannur, og at ein "marknaður" er fyri at selja koronu-smittu - serliga, nú stjórnin er í holt við at gera eitt koronupass, har immunitetur møguliga kann geva eina røð av fyrimunum.

 

At ung vilja lata seg smitta við vilja, er eisini ein trupulleiki, sum er viðgjørdur og tikin upp í frágreiðingini "Etiske problemstillinger ved etablering av koronasertifikat", sum frágreiðingin kallast. Tey, sum skrivaðu frágreiðingina, ávaraðu nevniliga um, at ung, sum ikki vera koppsett, kunnu lata seg smitta fyri at fáa koronupass, um tað gevur størri rørslufrælsi.

 

Tað hevur eisini verið nógv frammi, at stór øking hevur verið í smittu millum ung. 

 

- Ung, sum ikki hava verið smittað og ikki eru koppsett, kunnu føla, at tey higartil hava borið ein stóran part av byrðuni - og at orsøkin til framhaldandi at bera hesa byrðu, er burtur, tá onnur fáa fyrimunirnar, sigur høvundurin av nevndu frágreiðing, Bjørn M. Hofmann, við tv2.no.

 

Virkandi heilsustjórin í Noregi, Espen Rostrup Nakstad, ávarar staðiliga ungdómin um at lata seg smitta við vilja. - Hetta er ikki eitt gott hugskot, og tað kann vera revsivert við vilja at flyta smittu yvir á onnur, sigur hann og leggur aftrat, at tey ikki vita um dømir, har smitta verður "seld" í sosialu miðlunum í Noregi. Hann sigur, at koronupass enn ikki er sett í verk, og tað er ikki vist, at passið fer at avmarka rørslufrælsið hjá teimum ungu.

 

Heilsustjórin vísir á, at lagt verður upp til, at ung, sum koma til tiltøk og ikki eru koppsett, kunnu kannast við komu. Flestu aktivitetir í samfelagnum, sum eru opnir nú og sum ætlandi verð opnir frameftir, verða helst ikki treytaðir av, um fólk hava koronupass ella ei. Espen Rostrup Nakstad hevur eina greiða áheitan á ungdómin:

 

- Covid-19 er ein sjúka, sum kann gerast álvarslig fyri summi, og smittar tú onnur við vilja, kanst tú spjaða smittu, og tað er revsivert, leggur heilsustjórin í Noregi aftrat.