Noreg setir aftur nýtt met í smittu

1785 nýggir koronu-tilburðir vórðu staðfestir í landinum seinasta samdøgur, og tað er nýtt met í smittu.

Týsdagin vórðu tilsamans 1785 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Noregi.

 

Tað er heili 548 tilburðir fleiri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar sum er 1237.

 

Hetta er samstundis størsta smittutal í Noregi í eitt samdøgur, síðan farsóttin tók seg upp.

 

Í løtuni hava 102 kommunur í Noregi veksandi smittutøl.

 

Í høvuðsstaðnum Oslo vórðu týsdagin skrásettir 677 nýggir koronu-tilburðir. Tað er 336 tilburðir fleiri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar sum er 341.

 

Týsdagin lógu 89 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu. Tað er tíggju fleiri enn dagin fyri. Í løtuni fáa 22 fólk intensiva viðgerð, harav 11 liggja í respiratori.

 

56,4 prosent av norska fólkinum eru liðugt koppsett - og 71,5 prosent hava fingið fyrra prikið.