Noreg: Sjúkrahús skrásetti hana at vera deyða

- Tá eg skuldi lata ein tippiseðil inn og keypa talitíð, fekk eg at vita, at tað kundi eg ikki, tí eg stóð skrásett at vera deyð.

 

Tá 65 ára gamla, norska kvinnan, Solvor Irene Lindseth Øyen, skuldi lata ein tippiseðil inn í einari kiosk, fekk hon at vita, at hetta kundi hon ikki, tí hon stóð skrásett at vera deyð. 

Hon kundi heldur ikki fylla pengar á telefonina við talgildari tænastu av somu orsøk.

 

Tað vísti seg nevniliga, at sjúkrahúsið hevði givið Fólkayvirlitinum boð um, at kvinnan var deyð.

- Fólkayvirlitið hevði fingið fráboðan um, at eg var deyð, men sjúkrahúsið hevði ikki boðað mær frá, at tey høvdu gjørt eitt mistak, sigur Solvor Irene Lindseth Øyen við norsku heimasíðuna, VG.

Hon sigur, at boðini til Fólkayvirlitið um, at hon var deyð, vóru komin ein hósdag, og longu dagin eftir fekk Fólkayvirlitið boð um, at hetta var eitt mistak.

- Soleiðis var eg “deyð” í eitt samdøgur, sigur hon.

Tað var ikki fyrr enn VG vendi sær til St. Olavs Hospital fyri at frætta um hendingina, at sjúkrahúsið setti seg í samband við kvinnuna.

- Tá løgdu tey seg skerflatan, harmaðust og søgdu, at tey vildu gera alt, tey kundu fyri, at eg skuldi fáa minst møguligar trupulleikar av mistakinum, sigur hon.

Rakstrarstjórin á St. Olavs Hospital, Merete Blokkum, sigur við VG, at tey harmast hendingina og keðiligu upplivingina, sum Solvor Irene Lindseth Øyen hevur havt.

- Vit hava síðan verið í tøttum samrøðum við sjúklingin, og vit harmast eisini um, at hon ikki fekk fráboðan um mistakið, tá vit rættaðu mistakið hjá Fólkayvirlitinum, sigur Merete Blokkum.

 

##med2##

Hin 65 ára gamla býr í Todalen í Nordmøre, og hon hevði verið innløgd á sjúkrahúsi, men so illa fyri hevði hon ikki verið, at tað stóð um lív hjá henni.

Tað var, tá hon skuldi lata inn ein tippiseðil í Norsk Tipping, at eitt starvsfólk fortaldi henni, at hon stóð skrásett sum deyð. Tá hon ringdi til Fólkayvirlitið, fekk hon at vita, at mistakið var rættað.

Tað, sum Solvor Irene Lindseth Øyen er mest kedd um, er, at sjúkrahúsið ikki beinanvegin fortaldi henni um mistakið, og at tað skuldu ganga tríggjar vikur, áðrenn tey bóðu hana um umbering.

Nú umhugsar norska kvinnan, um hon skal skriva eina formella klagu um hendingina, sum henni var fyri, tá sjúkrahúsið skrásetti hana sum deyða hjá Fólkayvirlitinum, men ikki læt hana vita um keðiliga mistakið, tey høvdu gjørt.

 

Myndin av Solvor Irene Lindseth Øyen er privat.