Noreg sum Føroyar møta 13. januar leikti javnt móti Danmark

Við einum flottum endaspurti eydnaðist Noreg at knógva ein javnleik í Royal Arena í Keypmannahavn

Golden League kappingin í Royal Arena í Keypmannahavn verður leikt í hesum døgum. 

 

Noreg sum Føroyar møta í øðrum dystinum í innleiðandi EM-bólki D í Berlin 13. januar megnaði frammanfyri 12.500 áskoðarum javnleik 27-27 móti Danmark, ið ikki hevði Jóhan á Plógv Hansen við í hópinum í kvøld. 

 

Stutt undan dystarenda var Danmark á odda 26-21. Noreg megnaði við einum góðum endaspurti at knógva ein javnleik.

 

Gongdin í dystinum:  0-1, 5-3, 5-5, 7-7, 9-10, 10-12, (13-15), 17-16, 22-19, 24-20, 26-21, 27-27.

 

Fyrr í dag vann Egyptaland í somu kapping 30-28 (13-15) á Niðurlondum.

 

Leygardagin klokkan 12.30 spælir Noreg móti Niðurlondum, og klokkan 15 spælir Danmark móti Egyptalandi.