Norska kvinnulandsliðið í hondbólti vann í kvøld á teimum svensku kvinnunum í OL-kappingini í London. Dysturin endaði 24-21 til Noreg, sum var á odda 14-9 í steðginum.
Kari Aalvik (myndin), sum vardi tað norska málið frá byrjanini, spældi ein sera góðan dyst.
Næsti dystur hjá teimum norsku kvinnunum er mikudagin ímóti Suðurkorea, sum vann á Danmark í dag. Tær norsku kvinnurnar hava ikki tær bestu royndirnar av at spæla ímóti Suðurkorea á olympiskum leikum. Á leikunum í 1988 og 1992 vann Suðurkorea á Noregi.
Hjá Svøríki var hetta tann seinna grannauppgerðin. Tann fyrsta dystin spældu tær ímóti Danmark og taptu eisini tann dystin.