Noregssiglingin hevur kostað pengar

Smyril Line hevur mist pengar av at lata Norrønu sigla upp á Bergen Nú siglingin hjá Norrønu skal umskipast, gevst skipið at sigla til Bergen. Enn er ikki heilt avgjørt, nær tann siglingin steðgar, men helst verður tað beint eftir nýggjár, tá Norrøna fer í dokk.

Peter S. Holm, stjóri í Smyril Line, sigur við Bergens Tidende, at felagið hevur gjørt av at gevast við at sigla upp á Noreg, tí tað loysior seg ikki fíggjarliga.

-Vit mugu tíverri staðfesta, at vit hava ikki forvunnið pengar av at sigla til Noregs, sigur stjórin.

-Vit hava mist pengar av at sigla hagar, leggur hann afturat.

Peter S. Holm sigur við Bergens Tidende, at tað kemur heldur ikki upp á tal at taka Bergen inn í summarsiglingina hjá Norrønu.