Stóra hittið hjá Rasmus Seebach, Natteravn, er nú umskrivað og hevur fingið ein heldur annarleiðis, norskan tekst.
Tað er norski skemtarin Morten Ramm, ið er maðurin aftan fyri tað minnu penu endurútgávuna av stóra hittinum Natteravn hjá danska poppkonginum, Rasmus Seebach. Norska útgávan hevur fingið heitið Jeg Flagrer Rundt.
Norski skemtarin hitti Rasmus Seebach fyri nøkrum árum síðani, tá hann framførdi í Oslo, og alt fyri eitt dámdi honum sangin Natteravn.
Nýggja videolagið frá Morten Ramm til sangin bleiv víst fyrr í vikuni á norska TV2.
Rasmus Seebach sjálvur heldur endurútgávuna vera stuttliga, og tekur nýggja sangin sum eina viðurkenning.
- Eg haldi altíð, at tað er stuttligt, tá onkur júst sum Morten Ramm brúkar tíð upp á at gera gjøldur burtur úr onkrum. Á ein ella annan hátt síggi eg tað sum eina viðurkenning. Tað sær út til, at Morten dugir hampiliga væl, men ætlar hann sær at fáa gjøgnumbrot í Danmark, skal hann ganga til ræddarvenjing í eina tíð, sigur Rasmus Seebach við norsku avísina, Dagbladet.
Niðanfyri sæst videolagið hjá norska skemtaranum.