Sjálvt um arbeiðið at umvæla nýggju Norrönu hevur verið meiri umfatandi enn fyrst hildið, heldur tíðarætlanin um at fáa skipið aftur í sigling leygardagin.
Óli Hammer stjóri upplýsir, at roknað var við, at tað skuldi skiftast 35 tons av stáli út, men nú skipið er liðugt umvælt, eru heili 65 tons av stáli útskift.
Áhugin fyri nýggju Norrönu er framvegis stórur, og páskatúrurin er onki undantak. Higartil hava umleið 1.100 fólk bílagt ferðaseðil, umframt 300 bilar.
Stjórin á Smyril Line upplýsir, at meðan nýggja Norröna hevur verið til umvælingar, hevur gingið væl at hildið tørn við gomlu Norrönu.
- Vit kunnu siga, at tað í óhappinum var heppið, at skaðin hendi hesa tíðina og ikki undir summarsiglingini. Tað hevði verið til óbótaligan skaða fyri felagið, sigur Óli Hammer.
Fyrsti túrur hjá nýggju Norrönu verður leygardagin klokkan 16 úr Hanstholm. Á veg til Føroya leggur Norröna inn í Bergen og Lerwick.