Norrøna avlýsti vegna ódnarveður

Norrøna fór ikki til Danmark í gjárkvøldið, sum hon skuldi sambært ferðaætlanini.

Á Smyril Line siga tey, at tey gjørdu av ikki at sigla henda túrin vegna veður.

? Teir siga frá sera vánaligum veðri í Norðsjónum í dag og í morgin. Tí er stórur møguleiki fyri, at vit ikki sleppa inn í Hanstholm í morgin, varð sagt av farmadeildini hjá Smyril Line.

Av somu orsøk er tí heldur eingin túrur úr Hanstholm í morgin.