Norröna í ódnarveðri

Í gjár kom Norröna í rættiligt ódnarveður millum Noregi og Hetland. Skipið fekk black-out, og tað førdi við sær, at Norröna rullaði so illa, at trailarar og bilar koppaðu á dekkinum

Tað er ein baldrutur túrur, Norröna hevur til Føroya á hesum sinni.

Hóast veðurkortið boðaði frá 17 m/s, kom vinurin heilt upp í 37 m/s. Jákup Sverri Kass frá Smyril Line sigur, at høgu aldurnar førdu við sær, at skipið fekk sonevnt black-out, tað er, tá alt umborð steðgar og slóknar.

- Orsøkin til, at slíkt kann henda, er, at ferjur eru ikki eins tungt lastaðar og farmaskip. Tá aldurnar so gerast so mikið høgar, kann henda, at skrúvan kemur upp úr sjónum og harvið fer í sjálvsving. Tá tað hendir, lukkar maskinan automatiskt niður og skipið fær black-out, sigur Jákup Sverri Kass.

Men Norröna hevur eins og onnur líknandi skip eina back-up skipan, og hon fór í gongd stutt eftir, at skipið fekk black-out. Men meðan alt var svart, rullaði Norröna ógvuliga illa, og tað førdi við sær, at hon legði seg so mikið á liðina, at trailarar og bilar á fraktdekkinum koppaðu.

- Norröna hevur júst verið í dokk, og tí hevði ein rúgva av trailarum hópað seg upp í Hanstholm. So við á hesujm túrinum eru heilir 80 trailarar umframt 70 bilar, harav nakrir teirra eru spildurnýggir, sigur Jákup Sverri Kass, sum kortini ikki dugir nærri at siga, júst hvussu støðan er á bildekkinum og hvussu nógvar trailarar og bilar tað snýr seg um.

Men tað sigur seg sjálvt, at hesin túrurin er ógvuliga buldrasligur, tá skipið rekur fyri vág og vind uttan at kunna manøvrera. Kortini sigur Jákup Sverri Kass, at bæði ferðafólk og manning alla tíðina vóru rólig, og at eingi tekin nakrantíð merktust til nakran panikk.

 

Drúgvur túrur

Tá vit tosaðu við Smyril Line stutt fyri miðdag í dag, var Norröna aftur farin at sigla, og hevði sett kósina móti Lerwick í Hetlandi.

- Tað er púra vanligt, tá slíkt hendir, at skipið stevnir móti nærmastu havn, og tað er í hesum førinum Lerwick í Hetlandi. Og sum út sær í løtuni, verður Norröna inni um seks-tíðina í kvøld, og verður so í Føroyum einaferð í morgin, sigur Jákup Sverri Kass.

Í sambandi við ringa veðrið og black-out’ið fekk Norröna eisini skaða á stabilisatorarnar. Hvussu stórur hesin skaðin er, veit Jákup Sverri Kass ikki at siga.

Men hann kann tó vátta, at bæði tey 244 ferðafólkini og manningin, sum telur 81, øll hava tað gott. Veðrið er eisini í batning, men túrurin verður undir øllum umstøðum munandi drúgvari, enn upprunaliga ætlað.