Norrøna fær Steak House

Í morgin letur eitt sokallað Steak House upp umborð á Norrønu. Grundin til at lata upp eitt Steak House er til tess at víðka um møguleikarnar hjá

ferðafólki, at keypa sær ein betri bita, sigur Smyril Line.

Sagt verður, at á matkortinum verður ein stór salat-barr umframt seks sløg av góðum búffum.

Nýggja Steak House verður opið frá kl. 12.00 til 14.00 fríggjadag til mikudag, og til ber at njóta búffin saman við góða vínkortinum, sum lærusveinurin hjá Jan Restorff frá Søllerød kro í Danmark hevur sett saman.

Í fyrsta umfari fer Steak House at húsast í Buffet matstovuni.