Norrøna fekk fleiri fólk at ferðast

Meðan Norrøna avloysti Smyril á Suðuroyarleiðini, nýttu fólk í hópatali norðanfjørðs at fara ein túr til Suðuroyar

Tað vóru tey, sum hildu tað vera ørskap at seta Norrønu í siglingina um Suðuroyarfjørð, meðan Smyril var í dokk seinastu vikurnar.
Hvussu nógv fólk hava ferðast við Norrønu um Suðuroyarfjørð hesar vikurnar, og hvussu nógv Norrøna hevur kostað Strandferðsluni, er ikki gjørt upp enn.
Men greitt er, at sjáldan hava so nógv ferðast um fjørðin.
Bæði familjur, skúlaflokkar, eldrasambýli og onnur hava gjørt útferð til Suðuroyar.
Summi eru farin suður ein dag, koyrt runt í oynni, gist umborð og eru so farin norður aftur dagin eftir. Onnur gjørdu dagstúr.
Serliga um vikuskiftið ferðaðust nógv milllum Vág og Havnina við Norrønu.
Skipað varð fyri bussferðum í oynni, og Smyril Line hevði ymisk tiltøk eitt nú við at bjóða skipið fram sum hotellskip.
Fríggjakvøldið var útvarpssendingin Upp á tá send av Norrønu, sum lá á Vági. Ta náttina gistu 15 fólk umborð á Norrønu, og millum 600 og 700 fólk vóru til staðar.
Fleiri suðuroyingar nýttu eisini høvi at fara umborð at eta ein góðan bita og hugna sær.
Norrøna er farin aftur í sína vanligu millumlandasigling. Seinasti túrur av Vági var sunnudagin klokkan 15.
Nú er tað aftur Smyril, sum røkir siglingina.