Norrøna Felagið 60 ár

Fríggjadagin hin 18. november eru liðin 60 ár, síðan Norrøna Felagið í Føroyum varð sett á stovn. Felagið fer at halda dagin við móttøku í Mettustovu millum klokkan 15 og 17.

Norrøna Felagið í Føroyum er sjálvstøðugur partur av Norden-rørsluni, ið virkar í øllum Norðurlondum (tó ikki í Grønlandi í løtuni), og sum er skipað í Meginfelag Norrønu Felaganna ella Föreningerna Nordens Forbund, FNF.

Norrøna Felagið hevur – sum tað stendur í fyrstu grein í viðtøkum felagins, ið vórðu samtyktar á stovnandi aðalfundinum hin 18. november 1951 – til endamáls “at stykja og økja um norðurlendskt samarbeiði í felag við norrønu feløgunum í hinum Norðurlondum”.

Í løtuni eru um 220 limir í Norrøna Felagnum í Føroyum. Felagið skipar á hvørjum vetri fyri kunnandi og undirhaldandi tiltøkum, eitt nú konsertum, fyrilestrum og kjakfundum. Hvørt summar verður farið útferð til spennandi støð kring oyggjarnar, og fleiri uttanlandsferðir hava eisini verið fyriskipaðar gjøgnum árini.

Fyrsti formaður í Norrøna Felagnum var rithøvundurin Heðin Brú, sum eisini tók stig til at stovna felagið í 1951. Hinir limirnir í fyrstu nevndini vóru Sofie Petersen, Thomas Nygaard, Christoffer Lützen og Sverre Dahl.

Núverandi formaður felagsins er Hallstein Sigurðsson. Hinir nevndarlimirnir eru Eyrith Guttesen Leyni, Carita Björklund, Eyðun Húsgarð og Heri Á. Simonsen.