Norrøna ger country-ferð

Norsk og føroysk country-nøvn standa á skránni, tá Norrøna seinast í juni mánaði fer á country-túr til Noregs Farið verður av Havnini 25. juni, og lagt er upp til tvey kvøld við tónleiki, dansi og undirhaldi, tá Smyril Line skipar fyri árliga countrytúrinum hjá Norrønu.

Tónleikinum standa bæði norskir og føroyskir tónleikarar fyri. Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe hava Eagles-jam, og hartil fara Magni Christiansen, Driv og Countrybólkurin úr Klaksvík at hava framførslur. Eisini fer norski Bjøro Harland at spæla.

Hartil verður skipað fyri sangkapping og undirvísing í line-dansi, verður sagt av Smyril Line, har tey longu nú hava merkt áhuga fyri country-ferðini.