Norrøna avlýsir túrin til Íslands hesa vikuna vegna veður Veðrið ávirkar framvegis siglingina hjá Norrønu.
Seinasta vikuskiftið var Norrøna seinkað úr Danmark og Noregi orsakað av vánaligum veðri og noyddist at leggja at í Ánunum.
Nú hevur Smyril Line gjørt av at avlýsa túrin til Íslands hesa vikuna orsakað av veðrinum.
Norrøna fer av Havnini til Danmarkar umvegis Bergen hósdagin klokkan 17.