Norrøna fær ikki nýggjar stabilisatorar fyrr enn um eitt ár Stabilisatorarnir umborð á Norrønu virka ikki. Nú hevur Smyril Line bílagt nýggjar
stabilisatorar fyri 10-15 mió. krónur
Stabilisatorarnir umborð á Norrønu hava ongantíð rigga báðir í senn, og sum nú er riggar hvørgin. Smyril-Line hevur tí gjørt av at keypa nýggjar stabilisatorar til skipið fyri millum 10 og 15 mió. krónur.
Men avgreiðslutíðin er longd, og teir verða ikki klárir at seta í fyrr enn um eitt ár, sigur Andras Róin, stjóri, við Vinnuvitan.