Norrøna sigla á Klaksvík í vetur

Smyril Line og Klaksvíkar kommuna eru farnar at samráðast um, at Ánirnar skulu vera alternativ havn hjá Norrønu í vetur tá ikki ber til at koma inn á Havnina.

- Vit hava ikki gjørt nakra formella avtalu enn, men vit eru í dialogi við kommununa, sigur Tummas Magnussen, stjóri hjá Smyril Line.
- Vit hava valt at fylgja tilráðingini frá okkara skiparum, og teir meta, at Ánirnar eru besta alternativa havn til Norrønu, sigur Tummas Magnussen.
Tummas Magnussen væntar at avtalan kemur uppá pláss um nakrar dagar.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, vil ongar viðmerkingar gera, fyrr enn avtalan er komin upp á pláss.