Á Smyril Line byrjar summarið veruliga, tá ið ferðaætlanin broytist frá vár-ferðaætlanini til summarferðaætlanina. Størsta broyting er, at Norrøna frá í dag og fram til 27. august umframt at sigla til Danmarkar, Noregs, Føroyar og Ísland, eisini siglir til Skotlands.
Í dag fóru sjey skúlaflokkar til Skotlands, har tey skulu vera eina viku. Hesir skúlaflokkar telja tilsamans umleið 160 børn - úr Kommunuskúlanum, Eysturskúlanum, Vestmanna skúla, Kvívíkar skúla og Hósvíkar skúla.
- Ongantíð hava so nógvir skúlaflokkar valt somu fráferð, og ongantíð hava so nógvir flokkar valt Skotland sum teirra ferðamál, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari á Smyril Line.
Best umtókta ferðamálið hjá føroyingum er framvegis Danmark. Næst Danmark er Noreg – síðan kemur nú Skotland og síðan Ísland.
Teir vanligu sertúrarnir hjá Norrønu eru aftur á skránni í ár. 23. juni til 25. juni er Countrytúrurin á skránni og 25. august til 27. august er Harmonikutúrurin á skránni. Harumframt verður av fyrsta sinni skipað fyri Gartnaratúri til Skotlands. Hann verður frá 30. juni til 9. juli. Ferðaseðlasølan til føroyingar er í ár, á leið tann sama sum í 2007.
Jákup Sverri Kass sigur, at talan er um eina generella framgongd á ferðaseðlasøluni frá meginlandinum til Føroya og Íslands. Ein ávís afturgongd er at síggja í søluni av ferðaseðlum serliga úr Íslandi, meðan ferðaseðlasølan til føroyingar er á leið tann sama, sum síðsta ár.
¬ Vánaliga búðskaparstøðan í Íslandi kann vera ein av orsøkunum, heldur hann.
¬ Vit eru annars spent upp á summarið og ynskja teimum, sum hava valt at keypa sær ferðaseðil við Norrønu í summar atfáa eina góða summarfrítíð uttanlands, sigur Jákup Sverri Kass.