Norröna til Frederikshavn

Vegna veður fer Norröna ikki Hanstholm, men til Frederikshavn leygardagin 10. novembur.

Satt ódnarveður herjar Danmark í hesum døgum. Veðurtíðindini eru vánalig fyri vestursíðuna av Jyllandi, og vandi er fyri, at Norröna ikki sleppur til bryggju í Hanstholm.

Hetta ger, at Norröna leggur leiðina til Frederikshavn, har veðrið er betri og vissa er fyri at sleppa til bryggju, boðar Smyril Line frá í tíðindaskrivi.

Ferðafólk sum skulu heim við Norrönu leygardagin verða biðin um at møta á terminalinum hjá Color Line í Frederikshavn í seinasta lagi kl. 17.00 leygardagin.

Smyril Line væntar, at Norröna leggur frá landi aftur klokkan 19.