Beint eftir nýggjár ? 10. januar 2004 ? tekur Smyril Line Ísland upp í vetrarferðaætlanina hjá Norrönu, og harvið eru øll londini á summarrutuni hjá Smyril Line við í vetrarferðaætlanini.
Broytingin hevur eisini við sær, at beinleiðis samband verður millum Hanstholm og Bergen. Sostatt verður í vetrarhálvuni hvørja viku siglt: Hanstholm-Bergen-Lerwick-Tórshavn-Seyðisfjørður-Tórshavn-Lerwick-Bergen-Hanstholm.
- Hetta beinleiðis sambandið úr Hanstholm um Bergen, Lerwick og Tórshavn allan vegin upp til Íslands í vetrarmánaðunum er ein liður í áhaldandi menningini av siglingini í Norðuratlantshavi við okkara nýggja skipi. Nýggja vetrarferðaætlanin gevur ferðafólkum úr Evropa møguleikan at vitja Ísland við bili alt árið, og harumframt verður okkara farmaleið til Íslands meira støðug, sigur Óli Hammar, stjóri í Smyril Line.
Tveir dagar í Íslandi
Tá nýggja vetrarferðaætlanin hjá Norrönu verður sett í gildi, ber til at steðga tveir dagar í Íslandi, um tað ikki liggur fyri at vera har eina heila viku. Norröna verður á Seyðisfirði kl. 09.00 týsmorgun og fer avstað aftur mikudag kl. 18.00.
- So hóast fólk velja tann stutta Íslandstúrin, fáa tey stundir at vitja Mývatn og onnur áhugaverd støð á Eysturlandinum, og góðar stundir verða at heinta og útflýggja farm um alt Ísland, vísir Óli Hammer á.
Ferðafólk á rundferð við Norrönu í vetrarhálvuni kunnu frá 10. januar næsta ár steðga í Føroyum mánadag og seinnapart hósdag. Norröna kemur á Havnina kl. 06.00 mánamorgun og fer til Seyðisfjarðar mánadag kl. 17.00. Hon kemur aftur til Føroya úr Íslandi hósdag kl. 13.00 og siglir síðani til Lerwick, Bergens og Hanstholm hóskvøld kl. 20.30.
Norðmenn fáa eitt serligt ferðatilboð í nýggju vetrarferðaætlanini hjá Smyril Line, tí nú verður møguligt at fara stuttar vikuskiftistúrar úr Bergen til Hanstholm. Farið verður úr Bergen fríggjakvøld klokkan 21.30, og komið verður til Hanstholm leygardag kl. 11.00. Norröna siglir úr Hanstholm aftur leygardag kl. 16.00 við kós ímóti Bergen, Lerwick, Tórshavn og Seyðisfirði.