Norrøna undir vetrarsigling millum Danmark og Føroyar

Kappingin um farmin úr Føroyum harðnar alsamt nú Smyril Line fer undir vetrarsigling við Norrønu. Frá 12. september fer Norrøna at sigla eina ferð um vikuna millum Havnina og Hanstholm

Síðan Norrøna varð sett í sigling til og úr Føroyum, hevur bert verið siglt í summarhálvuni.

Summarsiglingin hjá Norrønu er byrjað í maj-juni mánað og hildið hevur verið fram út í endan av august mánaða.

Seinastu árini hevur Norrøna verið einsamøll á ferðafólkarutuni sjóvegis um summarið, og Smyril Line hevur spakuliga roynt at gera summarhálvárið hjá Norrønu longri.

Í ár varð summarsiglingin longd úr 14 til 16 vikur og næsta ár verður hon aftur longd við tveimum vikum aftrat upp í 18 vikur soleiðis at hon byrjar 15. mai og endar 16. september 1999.


Somu havnir næsta ár

Í ár fór Norrøna aftur at sigla til Hanstholm og Lerwick, eftir at hava siglt til aðrar havnir í nøkur ár, m. a. Esbjerg.

Í so máta verður eingin broyting næsta ár.

Siglt verður til somu havnir og við somu fráfaringar- og komutíðum, sum gjørt hevur verið í ár.

Munurin er bara at summarhálvárið gerst longri.


Vetrarsigling millum Havnina og Hantsholm

Størsta broytingin í sigliskránni hjá Norrønu í framtíðini verður tann at Norrøna tann 12. september í ár fer undir vetrarsigling millum Havnina og Hantsholm.

Hetta er spildurnýtt tiltak, í hvussu er í nýggjari tíð og merkir at nú sleppa tey, sum hava flúgvinervar undan at verða noydd til at seta seg í ein flúgvara, um tey ætla sær til Føroya á vetri.

Norrøna fer í vetur at sigla eftir somu ætlan, sum hon ger í summarskránni, t.v.s. at farið verður úr Føroyum fríggjadag klokkan 08.30. Norrøna er í Hanstholm leygardag klokkan 16.00 og fer av aftur Hanstholm klokkan 20.

Hon verður so aftur á Havnini mánamorgun, klokkan 06.00.


? Tað skal roynast

Vit hava spurt Óla Hammer, um hvussu tað ber til, at Norrøna nú fer undir heilárssigling millum Føroyar og Danmark.

Hann sigur m. a. at Norrøna er eitt gott skip, sum kann veita eina skjóta og góða flutningstænastu til og úr Føroyum. Hesa tænastu hava Skipafelagið og Eimskip verði einsamøll um at røkja seinastu árini, og tað verða hesi reiðaríini, sum fara at merkja kappingina harðast.

? Stóri ferðafólkaflutningurin til og úr Føroyum er um summarið, men vit halda at tað skal roynast at sigla í vetrarhálvuni eisini, sigur Óli Hammer.

? Fíggjarligu krøvini til vetrarsigling eru ikki so stór, og tí skal ikki so nógv til fyri at tað melur runt, sigur hann.

Í summarhálvuni telur manningin 100, meðan tað í vetrarhálvuni bert verða 25 fólk við.

? Men tað avhongur av ferðafólkatalinum, sigur Óli Hammer.

? Tað eru ferðafólkini, sum seta krøvini, og verða nógv ferðafólk, so verða starvsfólkini eisini fleiri.

Nú Norrøna fer at sigla alt árið, verður sjálvandi eisini møguleiki at fáa sertilboð til ymsar túrar, eitt nú bilpakkar, bólkatilboð og onnur pakkatilboð, sigur Smyril Line at enda í tíðindaskrivinum.