Suðuroyarsiglingin
? Verður Norrøna keypt til suðuroyarsiglingina, verður tað mønustingurin hjá vinnulívinum í Suðuroynni.
Størsti vinnulívsmaður í Suðuroynni, Heri Hjelm í Vági, er ikki í iva um, hvørjar avleiðingarnar verða, um tað endar við, at ætlanin at byggja nýggja Smyril verður slept og Norrøna keypt at røka suðuroyarsiglingina ístaðin.
Eftir at Smyril Line bjóðaði Landsstýrinum at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina, er Landsstýrið farið at kannað um skipið er egnað til endamálið og um tað annars er eitt keyp, sum loysir seg.
Men Hetta er ein spurningur, sum Heri Hjelm langt síðani hevur tikið støðu til.
Sjálvur var hann eitt av umboðnum fyri vinnulívið, sum sótu í nevndini, ið fyrireikaðu málið at byggja nýtt suðuroyarskip.
?Longu tíðliga í teirri arbeiðsgongdini, varð møguleikin umrøddur at fáa Norrønu at røkja suðuroyarsiglingina.
? Men vit komu rættiliga skjótt eftir, at hon var óegnað til endamálið og tí fóru vit undir at fyrireika nýtt skip,sigur Heri Hjelm.
?Hasar metingarnar eru longu gjørdar og tí er hatta liðugt í mínari verð, tí vit vrakaðu Norrønu.
Mønustingurin
Heri Hjelm sigur, at tað eru fleiri viðurskifti, sum gjørdu, at arbeiðsbólkurin rættiliga tíðliga gjørdi av at vraka Norrønu.
? Fyri tað fyrsta er hon gomul og vit dugdu ikki at síggja nakra endurnýgging í at koyra Smyril, sum er 32 ár úr flotanum og keypa Norrønu, sum er 28 ár, ístaðin.
?Av tí, at hon er so gomul, verður hon heldur ikki serliga álítandi í rakstri, tí hon fer at krevja munandi viðlíkahlad. Og harafturat verður tað væl dýrari at reka Norrønu, enn tað verður at reka nýggja skipið, sum ætlanin er at byggja.
Heri Hjelm sigur eisini, at hon er so høg, at tað verður trupult at manøvrera við henni inni á firðunum í vindi.
? Alt hetta fer at gera, at um veturin fara nógvir túrar at verða seinkaðir, útsettir, ella avlýstir.
? Og tað kann vinnulívið í Suðuroynni slett ikki liva við.
Hann sigur, at samferðslan er lívsæðrin hjá suðuroyingum tí tað, sum er altavgerandi, tað er, at vørur, sum verða útfluttar, koma keyparunum í hendi til tíðina.
Her hugsar hann fyrst og fremst um fiskavørur
?Tað er ein farin tíð, tá ið føroyingar kundu sneda vørur av landinum til útflutnings, tá ið tað hóvaði okkum.
?Teir, sum keypa okkara fiskavørur eru fullkomiliga líkaglaðir við um tað er stormur í Føroyum, ella um skipið er seinkað, ella hevur maskinbrek.?
?Tað einasta, teir hugsa um, er at fáa vørurnar til avtalaðu tíð. Fáa teir ikki tað, fara teir at keypa frá øðrum, sum kunnu veita trygd fyri leveringunum.
?Og tað neyðugu leveringstrygdina kunnu vit ikki veita, um Norrøna verður sett í Suðuroyarsiglingina, tí verður tað mønustingurin hjá vinnulívinum í Suðuroy.
Heri Hjelm sigur, at hesa neyðugu trygdina kann bara tað nýggja suðuroyarskipið veita.
Og hann heldur, at Suðuroyingar hava rætt til at krevja eitt trygt samband, eins og aðrir partar í landinum gera tað.
Hann leggur dent á, at nýggja suðuroyarskipið er sera væl og nágreiniliga gjøgnumhugsað og tí heldur hann, at onki er at gera, uttan at halda tey lyfti, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum gav suðuroyingum á kunnandi fundinum um nýggja Smyril í Øravík 6. september í ár.
?Eg haldi ikki, at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann sleppa at flyta trupulleikar hjá Smyril Line yvir á suðuroyinga, tí tað er hetta, sum nú er við at henda, sigur Heri Hjelm.