Norrønufrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum er eitt sjuskverk

4. partur
Tikið verður samanum

Eftir Anni á Hædd, løgfrøðingi

Eftir at hava lisið frágreiðingina gjølla - bæði meðan Skipaeftirlitið fyrireikaði málið og nú aftaná at Skipaeftirlitið metir seg verða lidnan við kanningararbeiðið og tí hevur almannakunngjørt sína endaligu frágreiðing - kann eg ikki koma til nakra aðra niðurstøðu enn at skýra frágreiðingina sum eitt sjuskverk.

Kanningarsetningurin
Kanningarsetningurin hjá Skipaeftirlitinum er sjálvgjørdur. Ongar føroyskar reglur er gjørdar um, hvat kanningar av vanlukkum og óhappum á sjónum skulu fevna um. Ongar reglur ella leiðreglur eru gjørdar um, hvørjar vanlukkur ella óhapp skulu kannast og hvørji ikki skulu kannast. Hetta merkir, at "bagatelmarkið" er ókent, uttan so at vísast kann á óhapp, sum eru farin fram í tíðar-skeiðinum síðani Skipaeftirlitið kom á føroyskar hendur og hugt verður nærri at, hvussu Skipa-eftirlitið hevur valt at viðgera óhapp og vanlukkur. Sjálv havi eg ikki fult yvirlit yvir vanlukkur og óhapp, sum eru hend við føroyskum skipum í hesum tíðarskeiðinum, men øll vita, hvørji óhapp Norrøna hevur havt.

Hvørjar vanlukkur og óhapp við nýggju Norrønu kannar Skipaeftirlitið?
Á síðu 5, undir broti 4.2 í frágreiðingini frá Skipaeftirlitinum, staðfestir Skipaeftirlitið soleiðis:

"Hin 3. oktober 2003 varð Norrøna á veg inn í Tórshavnar havn. Undir manøvrunum bar hon við Eystara mola. Ein bukla kom inn í void space nr. 11, men hol kom ikki á skipið. Vindmátarin á Norrønu vísti omanfyri 20 m/sek, meðan vindmátarin hjá Tórshavnar havn vísti 13 til 17 m/sek. Óhappið varð ikki fráboðað Skipaeftirlitinum, men klassafelagið fekk boð og sýnaði skaðan."

Hetta dømi avdúkar fleiri veikleikar og trupulleikar, sum Skipaeftirlitið hevur at dragast við og fær meg at seta hesar spurningar:
1) Velur Skipaeftirlitið at nevna hetta dømi í frágreiðingini, tí sami skipari stóð á brúnni tann túrin?
2) Velur Skipaeftirlitið at nevna dømi, so at Skipaeftirlitið á henda hátt fær eitt høvi at harta skiparan fyri ikki at hava fráboðað "óhappið".
3) Sambært hvørjum reglum, skuldi hetta "óhapp" forrestin fráboðast Skipaeftirlitinum?
4) Velur Skipaeftirlitið at nevna dømi, tí teir kanska høvdu ætla sær at kanna "óhappið" og skriva eina Norrønu-frá-greið-ing afturat?
5) Tá nú Skipaeftirlitið hevur valt hetta dømi, hví verða upplýsingarnar um vindmátaran hjá Tórshavnar havn og Norrønu so ikki brúktir til nakað konstruktivt?
6) Hvør vindmátari vísir skeivt? Tann hjá Tórshavnar havn ella tann umborð á Norrønu?
7) Heldur ikki í sambandi við óhappið 15. januar hevur Skipaeftirlitið sett sær spurningin, um antin vindmátarin hjá Tórshavnar havn ella vindmátarin hjá Norrønu vísir skeivt ella um orsøk er at tilmæla broytingar í vindmátingunum hjá Tórshavnar havn, so at skip, sum koma og fara, kunnu fáa neyvari upplýsingar um vindmegina. Sum kanningarmyndugleiki eigur Skipaeftirlitið í minsta lagi at umhugsa slíkar spurningar og nevna tað í frágreiðingini.

Spurningar stinga seg eisini upp, tá hugt verður eftir, hvat Skipaeftirlitið hevur valt ikki at taka við í frágreiðingina. Hví hevur Skipaeftirlitið valt ikki at nevna óhappið við Norrønu, sum hendi tá skipið var á veg úr hylinum í Tórshavnar havn á leiðini til Týsklands, har skipið skuldi umvælast?
1) Er tað tí at ein annar skipari var umborð tann túrin?
2) Er tað tí at onki hol kom á Norrønu (ella var holið til alla lukku komið frammanundan)?
3) Øllum kunnugt, bleiv Goliat at kalla vrak í tí samanstoytinum við Norrønu.
4) Nær kemur kanningarfrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum um tað óhappið?
5) Ella er ein avtala gjørd millum Smyril Line, eigaran av Goliat og/ella tryggingarfelagið við "forstáilsi" frá Skipaeftirlitinum?

Eisini í tí málinum eru sjónvarpsmyndir tøkar av óhappinum. Tað er eisini væl hugsandi, at gjørdu simulatorroyndirnar frá fyrra óhappinum kunnu brúkast umaftur til at gera staðfestingar og niður-støður um tað seinna óhappið. Eg bíði spent eftir, at frágreiðingin um seinna óhappið verður almannakunngjørd. Hvørja niðurstøðu kemur Skipaeftirlitið til í tí málinum? Hvør fær tá høvuðs-skylduna? Veðrið? Skiparin á Norrønu? Ella kanska Goliat?

Hvat er tað, ið Skipaeftirlitið kannar?
Nærlesur ein frágreiðingina sæst, at Skipaeftirlitið ikki hevur brúkt sína orku og vitan uppá at kanna, hvat orsøkin var til óhappið 15. januar 2004. Í staðin hevur Skipaeftirlitið brúkt sína tíð og orku at finna útav, hvussu skiparin skuldi havt gjørt fyri at sloppið undan óhappinum. Próvførslan, ið Skipaeftirlitið byggir sínar staðfestingar og niðurstøður á, eru simuleringar gjørdar 30. januar undir ideellum umstøðum, tó soleiðis at vindmegin varð sett til 23 m/sek.

Niðanfyri verða nøkur dømi tikin fram, sum vísa, hvussu langt Skipaeftirlitið er farið, fyri at finna útav, hvussu skiparin skuldi havt fyrihildið seg á brúnni hin 15. januar 2004.

Á síðu 19 undir brotið 7.5 hevur Skipaeftirlitið skrivað soleiðis:

"Víðari vísa simuleringarnar, at tað var møguligt at sigla inn í Tórshavnar Havn í slíkum veðrið, sum var henda dagin (15. jan.), men at trygdin ikki var nóg góð, um feilmanøvrur vórðu gjørdar, ella um skipið misti framtøkumegina."

Skipaeftirlitið hevur altso brúkt grein 13 í lógini um trygd á sjónum sum heimildargrundarlag fyri at kanna - tað er í hesum førinum at simulera -- hvussu skiparin skuldi havt borið seg at, heldur enn at halda seg til lógliga kanningarsetningin, sum ásetur, at Skipaeftirlitið skal kanna orsøkina til óhappið. Av orðavalinum sæst, at Skipaeftirlitið, sum kanningarmyndugleiki, ikki leggur seg eftir at gera partleysar (objektivar) staðfestingar, nei, Skipaeftirlitið brúkar insinuerandi orð sum feilmanøvrur, heldur enn bara at staðfesta, at manøvrumøguleikarnir veruliga vóru avmarkaðir 15. januar 2004.

Ein kanningarmyndugleiki, sum veruliga hevði sett sær fyri at kanna tilburðin og hildið seg til sjálvgjørda kanningarsetningin, hevði sum tað fyrsta gjørt ein váðalýsing, og sum tað næsta gjørt eina váðagreining, áðrenn nøkur staðfesting ella niðurstøða varð gjørd.

Ein váðalýsing skal lýsa teir vágar, sum vóru 15. januar 2004. Ein nágreinilig váðalýsing tekur hædd fyri vindinum, ið var, meðan Norrøna sigldi inn og vindøkingina, ið brádliga kom, tá skipið var áraka molan. Tað, at vindmegin so brádliga vaks, tá skipið veruliga var komið inn um tað punkti, hvar ikki vendist við aftur, hevur Skipaeftirlitið lætt og elegant valt at síggja burtur frá. Sannleikin er, at skipið var komið ov langt inn, tá vindmegin brádliga vaks og tók skipið. Tað, at Viðarnesbryggja veruliga liggur har hon liggur, tað at Tórshavnar havn í sjálvum sær er trong til eitt so stórt skip sum Norrønu, ger jú tað, at manøvrumøguleikarnar hjá Norrønu í Tórshavnar havn eru avmarkaðir í góðum veðrið sum í ringum veðrið. Tað er veruleiki, men Skipaeftirlitið metir ikki slíka váðalýsing hava týdning fyri teirra kanning, meting, staðfestingar og niðurstøður.

Ein váðagreining eigur eisini at taka hædd fyri øðrum faktorum. Tað, at skipari, yvirstýrimaður, 1. stýrimaður og róðursmaður hava vitnað, at skipið onga framtøkumegi hevði, hóast motorarnir ongantíð steðgaðu, eigur at fáa Skipaeftirlitið at seta spurnartekin við, um brek í manøvrupultum, eltólum ella øðrum skipanum kunnu hava verið atvoldin til, at Norrøna dreiv á Viðarnes aðru ferð.

Ein váðagreining eigur eisini at taka hædd fyri teimum skaðum, sum Norrøna helst fekk fyrru fer hon bar við Viðarnesbryggju. Altso eigur Skipaeftirlitið at kanna og greina, hvønn týdning skaðarnir hava havt fyri manøvrueginleikarnar hjá skipinum o.s.fr.

Ein váðalýsing og váðagreining eigur eisini at taka hædd fyri og lýsa, hvørji onnur skip lógu at bryggju og hvar tey lógu.

Onki er í frágreiðingini, sum bendir á, at Skipaeftirlitið hevur framt slíka váðalýsing ella váðagreining. Niðurstøðan er, at frágreiðingin frá Skipaeftirlitinum er eitt sjuskverk.

Á síðu 24, undir broti 8.1 hevur Skipaeftirlitið skrivað soleiðis:

"Simuleringarnar av innsiglingini í Tórshavnar havn henda dagin vísa, at tað bar til at sigla inn, men tað var ikki pláss fyri feilmanøvrum. Um bakkað varð við stýriborðsskrúvu, siglt varð fram við bakborðsskrúvu, róðrið hart stýriborð, bar væl til at fáa skipið upp ímóti vindinum og sigla inn í Tórshavnar havn."

Simuleringar royna at endurgeva veruleikan undir ideellum og statiskum umstøðum. Hædd verður ikki tikin fyri eitt nú kósbroytingum i vindinum, nær eitt vindblak er komið, nær tað næsta kom, ristingar í skipið o.s.fr. Hóast nógvar avmarkingar eru innbygdar í simulatorroyndunum hjá Skipaeftirlitinum, so ger Skipaeftirlitið onki fyri at lýsa hesar fyri almenninginum, annað enn á síðu 19 stutt at staðfesta, at "skipið varð ikki lagt at bryggju" (tað er altso í sambandi við simuleringarnar hjá Skipaeftirlitinum). Er tað so galið, at Skipaeftirlitið ikki er vitandi um avmarkingarnar í simuleringunum? Ella metir Skipaeftirlitið, at avmarkingarnar í simulatorinum ongan týdning hava fyri kanningarnar av óhappinum? Tað síðsta má helst verða satt, tí kanningarfrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum byggir á simuleringar heldur enn uppá váðagreiningar, vitnisfrágreiðingar og aðrar frágreiðingar, sum skipakøn fólk hava givið Skipaeftirlitinum ímeðan kanningararbeiðið hevur verið gjørt.

Á síðu 24, undir brotið 8.2 stendur:

"Ein annar møguleiki at sigla inn í havnina hevði verið, at tá Norrøna nærkaðist havnini, kundi hon siglt út um russisku skipini, ið lógu fyri akkeri, fyri síðani at andøvt inn við Argjalandinum og inn í havnina. Um hetta var gjørt, hevði ikki verið neyðugt at gera so stóra kósbroyting í einum. Siglingin inn í havnina kundi verið gjørd við fleiri smáum kósbroytingum. Hetta hevði gjørt tað munandi lættari at leggja skipið við stevninum móti vindinum. Um Norrøna stevndi móti vindinum, hevði skipið havt nóg mikið av maskinorku til, at vindurin ikki hevði tikið tað. Harafturat hevði pláss verið fyri fleiri manøvrumøguleikum."

Hetta dømi prógvar, at Skipaeftirlitið hevur mist fokus í kanningararbeiðinum. Í staðin fyri at kanna orsøkina til óhappið - soleiðis sum ein kanningarmyndugleiki sambært lógini hevur skyldu til - brúka teir simu-leringar at "belæra" skiparin, hvussu hann skuldi havt gjørt fyri at sloppi undan óhappinum. Hvønn kasjett hevur Skipaeftirlitið havt á høvdinum, tá teir skrivaðu hatta reglubrotið? Hvat nú, um skiparin á Norrønu tekur umrødda siglingartilmæli frá Skipaeftirlitinum í álvara og eitt óhapp tá hendir? Hvør fær tá skyldina? Skiparin ella Skipaeftirlitið?

Á síðu 25, undir brotið 8.2, skrivar Skipaeftirlitið soleiðis:

"Yvirstýrimaðurin segði, at farið varð út í Nólsoyarfjørð at gera status. Hetta kundi eins væl verið gjørt, um skipið varð liggjandi á Viðarnesi. Møguligt hevði eisini verið at gjørt eina roynd at leggja skipið at á vanliga atløguplássinum. Í triðja lagi kundi ein roynd verið gjørd at leggja at molanum, men skiparin valdi at fara útaftur í Nolsoyarfjørð."

Hesar staðfestingar ger Skipaeftirlitið uttan eisini at leggja dent á, at skiparin hevði fingið fráboðað, at hol var á skipinum, men at tað var omanfyri vatnlinjuna, jvb. s. 11 í frágreiðingini frá Skipaeftirlitinum og at eitt norskt skip lá við bryggju, og tí metti skiparin ikki at tað var ráðiligt at leggja Norrønu at við molan, tí vandi var fyri at skaði kundi koma á norska skipið. Hetta hevur skiparin gjørt Skipaeftirlitinum varugt við langt áðrenn kanningarfrágreiðingin varð liðugt skrivað.

Men frágreiðingin frá Skipaeftirlitinum er eitt sjuskverk og tí hevur Skipaeftirlitið valt at sæð burtur frá hesum upplýsingunum. Skipaeftirlitið hevur ikki gjørt nakra váðalýsing ella váðagreining. Skipaeftirlitið hevur rætt og slætt gjørt staðfestingar og niðurstøður, sum ikki byggja á eitt fullgott upplýsingargrundarlag ella próvførslu.

Eisini staðfestir Skipaeftirlitið á s. 25, undir broti 8.2 soleiðis:

"Skiparin stóð miðskips undir allari tilgongdini. Hann hevði tí ikki nakað útsýni niður við síðunum. Hevði hann staðið úti í bakborði, hevði hann sæð betur, hvussu skipið flutti seg í mun til umhvørvið og havt nógv betur møguleika at tikið neyðug stig í góðari tíð."

Skipaeftirlitið staðfestir, at skiparin hevur staðið á skeivum staði á brúnni. Tað, sum Skipaeftirlitið ikki tekur við í sína sonevndu greining er, at skiparin er ikki einsamallur á brúnni. Skiparin hevur jú stýri-menn afturat sær. Hvat er so uppgávan hjá hesum stýrimonnum? Jú, teir eru skiparans "forlongdu" eygu og oyru, so skiparin kann gera sær eina heildarmynd av støðuni. Spurningurin er, um Skipaeftirlitið hevur nakra heildarmynd av óhappinum 15. januar 2004?

Gev kundanum tað, ið kundin vil hava
Ein aðalregla innan sølu og marknaðarføring er, at ein skal altíð geva kundanum tað, ið kundin vil hava. Ja, helst skal ein geva kundanum meira, enn kundin vil hava.

Hvør er "kundin" hjá Skipaeftirlitinum í Norrønumálinum? Er tað Smyril Line? Er tað tryggingar-felagið hjá Norrønu? Er tað skipari og manning? Er tað ákæruvaldið? Er tað dómsvaldið? Eru tað ferðafólkini, sum vóru við á túrinum? Eru tað onnur ferðafólk, ið kanska ætla sær ein túr við Norrønu í framtíðini? Er tað almennu Føroyar? Er tað sjóvinnu-felags-skapurin IMO?
Rætta svarið er almennu Føroyar og sjóvinnufelagsskapurin IMO. Men lesur ein frágreiðingina, fer ein longu tíðliga at ivast í, hvør tað er, ið Skipaeftirlitið heldur, at "kundin" er. Hinvegin er tað kanska ikki so løgið, tí Skipaeftirlitið hevur minst fýra kasjettar á høvdinum í hesum máli og veit ikki sjálvt nær tað hevur henda ella handa kasjettin. Kanska Skipaeftirlitið hugsar sum so, at tað hevur ongan týdning, tí teir eiga allar fýra?

Skipaeftirlitið skal helst eisini kunnu samskifta við øll reiðarí í Føroyum og aðrastaðni við, sum ætla sær at byggja ella keypa skip, og skráseta tey undir føroyskum flaggi. Skipaeftirlitið skal jú góðkenna hesi skip og geva teimum siglingarloyvi. Gev kundanum tað, ið kundin vil hava ... og helst eitt sindur afturat.

Avleiðingar av Norrønufrágreiðingini frá Skipaeftirlitinum
Hvørjar avleiðingar fær Norrønufrágreiðingin frá Skipaeftirlitinum?

<sum$?$end$!$ Smyril Line hevur við stjóranum, Óla Hammer, á odda, longu alment boðað frá, at frágreiðingin fær ongar avleiðingar fyri mannagongdir og skjøl, sum eru umborð á Norrønu. Alt fer at vera, sum tað higartil hevur verið. <BR>
<sum$?$end$!$ Tórshavnar havn hevur eisini boðað frá, at teir ikki ætla sær at broyta nakrar mannagongdir á havnarskrivstovuni. Alt skal vera, sum tað higartil hevur verið.<BR>
<sum$?$end$!$ Skipaeftirlitið fær ein løgfrøðing afturat sær at rokna frá 1. januar, so - sum aðalstjórin í Fiski-mála--ráðnum tók til í útvarpinum - Skipaeftirlitið ikki endurtekur somu mistøkini, sum teir hava gjørt í Norrønumálinum.<BR>
<sum$?$end$!$ Skiparin á túrinum 15. januar 2004, Ólavur Hovsgarð, fekk 30. november handað eina skrivliga uppsøgn frá Smyril Line undirskrivaða av Óla Hammer, Jóannes á Váli og Klæmint Weihe, tí leiðslan á Smyril Line er komið til ta niðurstøðu, at teir - við støði í Norrønufrágreiðingini frá Skipaeftirlitinum - ikki meta tað vera rætt, at Ólavur Hovsgarð heldur áfram sum skipari við Norrønu. <BR>
Hevur "kundin" nú fingið tað, sum "kundin" vildi hava?

Gjørd gerð fær onga vend
Eftir stendur, at gjørd gerð fær onga vend. Norrøna var veruliga fyri einum óhappið 15. januar 2004, Ólavur Hovsgarð var veruliga skipari á túrinum og Skipaeftirlitið hevur veruliga gjørt eina frágreiðing um óhappið og almannakunngjørt frá-greið-ingina við staðfestingum og niðurstøðum, sum eru bygdar á eitt ófullkomið upplýsingargrundarlag, skeivleikar, illgitingar og onnur grunn-leggjandi mistøk, ið ein kanningarmyndugleiki ikki eigur at gera.

Spurningurin er, um sjuskverkið fær nakrar avleiðingar fyri Skipaeftirlitið? Fær sjuskverkið nakrar avleiðingar fyri teir persónar, sum hava skrivað sjuskverkið? Fær sjuskverkið nakrar avleiðingar fyri tey fólk í fyrisitingarliga bygnaðinum, sum vóru varskógvað um feilir og veikleikar í frágreiðingini frá Skipaeftirlitinum? Ella skulu vit øll bara venda hina síðuna til og verða á so føroysk og siga at farið er farið?

Um sjuskverkið frá Skipaeftirlitinum ongar avleiðingar fær fyri teir persónar, sum hava latið hetta vánaverk úr hondum, so prógvar tað, at onki mark er fyri, hvat letur seg gera í lítlu Føroyum. Tað er ein skomm fyri almennu Føroyar, men størst er skommin hjá Skipaeftirlitinum.

Niðurstøður og tilmæli
Sambært kanningarsetninginum í grein 13 í lógini um trygd á sjónum, so skal ein kanningar-myndugleiki kanna orsøkina til, at ein vanlukka er hend. Um óhappið við Norrønu hin 15. januar skal flokkast sum ein vanlukka ella sum eitt óhapp er ein "definitiónsspurningur". Skipaeftirlitið hevur so í øllum førum valt at kalla tað eitt óhapp. Kanska vanlukku-heitið bara skal brúkast, tá fólkaskaði er hendur, skipið sokkið, ella havumhvørvi verður dálkað í so stóran mun, at djóra- og plantulív eru í vanda ella oyðiløgd. Undir øllum umstøðum eigur onki ivamál at vera um, nær Skipaeftirlitið av røttum eigur at brúka tíð og kreftir uppá at kanna eina vanlukku og nær Skipaeftirlitið skal brúka tíð og kreftir uppá at kanna eitt óhapp.

Hinvegin er tað eins umráðandi, at føroyska fyrisitingin skipar seg á ein hátt, sum egnar seg til okkara viðurskifti. At hava eitt lítið fakumhvørvi í Skipaeftirlitinum, sum skal taka sær av øllum skipaspurningum, er ein hóttan móti rættartrygdini í hesum landi.

Mælt verður til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum beinanvegin - sum avleiðing av Norrønumálinm - tekur neyðug stig at bøta um veikleikarnar í verandi bygnaði og verandi skipan.

Mælt verður eisini landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til - sum avleiðing av Norrønu-málinum - at taka neyðug stig at rætta teir feilir og skeivleikar, sum kunnu staðfestast í frá-greið-ingini frá Skipaeftirlitinum um óhappið á Norrønu 15. januar 2004.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum hevur alment verið frammi í útvarpinum og staðfest, at útlendsk serfrøði veruliga hevur verið brúkt í Norrønumálinum. Til tað havi eg hesar spurningar:

1) Eftir hvørjum arbeiðssetningini arbeiddi persónurin úr donsku "Opklaringsenheden"?
2) Fekk persónurin til uppgávu at blástemplað arbeiðið hjá Skipaeftirlitinum?
3) Fekk persónurin til uppgávu at kanna óhappið við Norrønu 15. januar 2004?
4) Fekk persónurin høvi at eftirkanna alt tilfarið í málinum? Eisini tað føroyska tilfarið? Eru allar partsviðmerkingarnar umsettar til danskt? Hvør hevur umsett tær?

Alt okkara fólk, sum hevur sítt dagliga yrki á sjónum, hevur krav uppá at fáa vissu fyri, at førleiki og góðska verður sett í hásæti, tá tað ræður um trygd á sjónum. Tað er teirra lív og heilsa, sum stendur uppá spæl.

Eftirskrift
At enda vil undirritaða takka øllum teimum, sum vælmeint hava ávara meg um, at tað kann fáa avleiðingar fyri mín persón, at eg soleiðis alment leggi meg út í at lýsa og seta spurningar við eitt (sjusk)verk, sum ein almennur myndugleiki hevur latið úr hondum, sipandi til, at eg eri starvsett í einum øðrum almennum myndugleika. Til tað, havi eg hesar viðmerkingar:

Eisini alment sett starvsfólk hava talufrælsi í hesum landi. Ongar reglur eru, sum avmarkað mítt talufrælsi, uttan tá talan er um upplýsingar, sum eru fevndar av mínari tagnarskyldu í sambandi við mítt almenna starv. Eg eri ikki farin alment út í illoyalitetið ímóti mínum egna arbeiðsgevara.
Eg eri farin alment út við mínum atfinningum, tí eg sum løgfrøðingur við fleiri ára royndum innan almenna fyrisiting ikki kann góðtaka, at eitt slíkt sjuskverk verður almannakunngjørt uttan at nakar rópar varskó. Tað er mín vón, at almenna viðgerðin ikki hevur verið til fánýtis og at onkur, onkur við myndugleika og við áræði og áhuga fyri trygd á sjónum, tekur málið upp, so bøtt kann verða um støðuna til æru fyri okkara sjófólk, sum eg ynski eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýttár, við vón um, at tey ikki verða fyri vanlukkum og óhappum á sjónum.