NEAFC fer at hava fund aftur í mars komandi ár, fyri at viðgerða eitt uppskot frá Norra, um at verja seks ymisk havøkir. Tá i NEAFC hevði fund í farnu viku, vóru londini ikki samd um uppskotið frá Norra, tí er fundur ásettur, at verða aftur í mars komandi ár.
Uppskotið hjá Norra er komið, eftir at ST hevur heitt á NEAFC, um at koma við einum uppskotið um verju av havøkjum.
Tey seks økini, talan er um, liggja miðskeiðis í Norður-Atlanshavinum.
Tað er FAO, sum er matvørufelagsskapurin í ST, ið hevur reist spurningin um fiskiskap í djúphøvunum.
Í Norra verður sagt, at tað er betur sjálvir at friða økir, heldur enn at fáa tað álagt frá heimssamfelagnum.