Norse Nexus (The Arnold Ludvig Project)
spæla á Marco Polo í kvøld .
Tað verður tann føroyska versiónin av tí
nýggja jazz-bólkinum hjá Arnold Ludvig, sum
til dagligt er mannaður við altjóða tónleikarum í
Keypmannahavn, har Arnold er búsitandi.
Á skránni eru einans løg eftir Arnold, sum
ætlanin er at taka upp í Soundscape Studio
í Frederiksberg í vetur.
Norse Nexus er í kvøld mannað av:
Arnold Ludvig - bass/tónaskald
Leivur Thomsen - gittar
Gunnar G. Guttesen - klaver
Rógvi á Rógvu - trummur