Norsk flogfeløg nýta Biometri ístaðin fyri samleikaprógv

Flestu norsku flogferðafólkini velja at staðfesta sín samleika við biometri, ístaðin fyri at vísa pass og koyrikort. Biometri er tá lívfrøðiligu mynstruni hjá einum menniskja verða máld, har ímillum fingramerki, iris og onnur likamlig sereyðkenni. Norsku myndugleikarnir hava álagt øllum flogfeløgum at hava eftirlit við øllum ferðafólkum, sum tjekka sítt viðføri inn. Hetta fyri at tryggja, at tann sum fer við flogfarinum, er tann sami persónurin, sum eigur viðførið. Síðani ífjør heyst hava tey flestu ferðafólkini hjá SAS í Noregi havt møguleikan at skanna fingurin, ístaðin fyri at vísa samleikaprógv, sum pass og koyrikort. Kunningarleiðarin hjá SAS, Thomas Midteide sigur, at Biometri hevur fingið sera stóra undirtøku, og er hendan nýmótans eftirlits-tøknin at finna á næstan øllum norskum flogvallum í dag. Hjá bæði flogfeløgum, og hjá ferðafólkunum er nógv tíð at spara, tí ferðafólkini sleppa undan at leita eftir samleikaprógvi fleiri ferðir. Leiðslan í norska Dátueftirlitinum var ivasom um Biometri-tøknina í byrjani. Men Dátueftirlitið hevur givið flogfeløgunum loyvið til at nýta Biometri-tøknina, sum kanska verður at finna vestur í Vágum, um ikki ov langa tíð?