Í kvøld verður norsk guðstænasta í Dómkirkjuni í Havn við sóknarprestinum Fríðleif Lydersen og organistinum Jarle Grotle.
Á guðstænastuni verður nýggja norska liturgiin brúkt, eisini verða norskir sálmar brúktir og prædikan verður á norskum.
Fríðleif Lydersen er 35 ára gamal, og hann er úr Skálavík. Hann hevur búð í Noregi síðani 2002, fyrst í Oslo og nú í Kalvåg.
Fríðleif varð cand.theol frá Det teologiske Menighetsfakultet í Oslo í Noregi í 2008. Hann varð prestvígdur 5. apríl í Frøya kyrkje í Kalvåg í Sogn og Fjordane í Noregi. Síðani apríl 2009 hevur hann verið sóknarprestur í Frøya, Bremanger og Berle sókn, men frá 1. aug. 2012 verður hann eisini sóknarprestur í Rugsund sókn.
Jarle Grotle er organistur í teimum trimum sóknum, sum Lydersen í løtuni hevur ábyrgdina av.
Norska gudstænastan í Dómkirkjuni byrjar í kvøld klokkan 19