Norsk nýtsluskuld eksploderar

Nýtsluskuldin hjá norðmonnum er vaksin við heili 30 prosentum, síðan fíggjarkreppan tók seg upp Brúkararáðið í Noregi heldur, at norðmenn hava mist eftirlitið við sínum brúkaraviðurskiftum.

Nógv nýggj nýtslulán er tikin seinastu tvey árini, eitt nú til at rinda gamla skuld.

Nýtsluskuldin hjá norðmonnum er soleiðis ?eksploderað?, sum dagbladet.no tekur til.

Síðan altjóða fíggjarkreppan tók seg upp, eru nýtslulánini í Noregi vaksin við 30%, og í dag skylda norðmenn heilar 44 miljardir norskar krónur í nýtslulánum.

Í øðrum fjórðingsári í 2007 var norska nýtsluskuldin 33 miljardir, men í dag ? tvey ár seinni ? er hon heilar 44 miljardir norskar krónur, skrivar dagbladet.no