Klaksvík: Høvuðstalari er Norvald Yri úr Norra, sum er bíbliuskúlalærari á Fjellhaug Skoler. Kona hansara, Anna, sum er lektari í sjúkrarøktarvísind á Høgskolen í Oslo, luttekur eisini.
Byrjað verður í kvøld kl. 20 við møti í Emmaus, har evnið er: "Er kristindómurin útgingin?"
Fríggjamorgunin verður bíbliutími kl. 10.30.
Frá og við seinnaparti fríggjadagin eru møtini í Skúlanum við Ósánna. Fyrst missiónsmøti kl. 16, har Norvald Yri talar og Anna Yri og Anne-Lene Olofson greiða frá arbeiði teirra í Afrika. Kl. 19.30 er møti við evninum: "Gud talar til tín persónliga", har Petur Hans og Thomas syngja.
Leygarmorgunin er fyrst bíbliutími kl. 10.30. Eftir døgurða er gongutúrur og kl. 16 er møti við Leivi Nattestad.
Um kvøldið er møti aftur kl. 19.30 við evninum: "Er vón fyri einum sum mær?", har Askham syngur, og ungdómsmøti kl. 22, har evnið er: "Vilt tú veruliga til himmals?"
Sunnumorgunin kl. 11 verður gudstænasta við altargongd í Christianskirkjuni, har Norvald Yri prædikar. Kl. 15 er familjumøti í skúlanum, har børn úr Emmaus syngja.
Summarstevnan endar við felagsmøti við KFUM&K í Christianskirkjuni kl. 18. Evnið er "Enn er rúm" og kórið í KFUM&K syngur.