Í einari eftirmeting, sum norska løgreglan hevur almannakunngjørt í dag, viðgongur tann norska løgreglan, at hon gjørdi nøkur mistøk tann 22. juli í fjør, og at nøkur av teimum, sum doyðu, kundu verið sloppin við lívinum.
Í eftirmetingini eru 54 viðurskifti, sum løgreglan kundi gjørt betur, og sum høvdu havt við sær, at løgreglan kundi tikið Anders Behring Breivik fyrr.
-Vegna norsku løgregluna skal eg biðja um umbering fyri, at vit ikki tóku gerningsmannin fyrr, segði løgreglustjórin, Øystein Mæland, á tíðindafundi í Oslo í dag.
Hann segði, at løgreglan var ikki fyrireikað til at taka sær av einum tílíkum yvirgangsálopi sum tí hjá Anders Behring Breivik, men hann legði afturat, at hóast ymiskt kundi verið betur, var løgreglan við til at bjarga mongum mannalívum.