Norska løgreglan: Drápsmaðurin kann ikki avhoyrast

Alsamt meira í kanningararbeiðinum bendir á, at tann skuldsetti fyri álopið í Kongsberg mikudagin er hevur álvarsligar sálarligar trupulleikar.

 

Teknikarar frá løgregluni kanna íbúðina, har tann 37 ára gamli, sum er skuldsettur fyri at hava dripið fimm fólk í Kongsberg í Noreg, búði. - Foto: Terje Pedersen/Ritzau Scanpix

Tann 37 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri fimm morð í norska býnum Kongsberg, kann ikki avhoyrast í løtuni.

Hann hevur fingið tað verri eftir handtøkuna, og er í løtuni á einum afturlatnum stovni.

Tað sigur Per Thomas Omholt, løgregluovasti, á tíðindafundi í dag.

Higartil er tann skuldsetti avhoyrdur tríggjar ferðir. Tað var mikukvøldið, eftir at hann varð handtikin, eins og tvær ferðir hósdagin, upplýsir Per Thomas Omholt.

Løgreglan er nú í ferð við at kanna sambandið hjá tí mistonkta gerningsmanninum við løgregluna, helsuverkið og til psykiatriina.

Eitt nú hevur tann 37 ára gamli verið gjøgnum eina minni, sálarfrøðiliga kanning fyrst í 2020.

Men  tað er eitt av fleiri viðurskiftum, sum løgreglan í løtuni ikki vil gera fleiri viðmerkingar til.

– Úrslitið av kanningini vilja vit ikki siga nakað um. Orsøkin til tað er, at vitni ikki skulu lesa um sálarstøðu hansara í miðlunum. Vitnini skulu geva okkum teirra egnu uppfatan av støðuni, sigur Omholt.

Fyribils hevur løgreglan tosað við 50 vitni. Teirra frágreiðingar og fyribils kanningarnar styrkja tað, sum tann handtikni sjálvur hevur greitt løgregluni frá.

Tann 37 ára gamli viðgongur hendingargongdina, men hevur ikki játtað seg sekan.

Kanningin bendir á, at hann hevur verið einsamallur um brotsgerðina.

– Tann hypotesan, sum higartil er styrkt, er, at hann hevur gjørt hetta einsamallur, sigur Omholt.

– Tað er einki, sum bendir á, at hann hevur samstarvað við nakran. Tvørturímóti tykist tað at vera talan um ein persón, sum bara hevur smávegis sambond við onnur.

Omholt sigur harumframt, at hypotesan um, at maðurin er umvendur til islam, er viknað. Maðurin hevur sjálvur sagt, at hann er umvendur. Men hann hevur »hevur ikki gjørt tað serliga seriøst«, sigur Omholt.

Tað styrkir hypotesuna um, at sjúka er bakgrundin fyri álopinum í Kongsberg mikudagin.

Á tíðindafundi í dag setti løgreglan á fyrsta sinni navn á offrini. Øll avvarðandi eru nú kunnað, sigur løgregluovastin.

Talan er um fýra kvinnur, 52, 56 og 75 og 78 ár, eins og ein 75 ára gamlan mann.

/ritzau/NTB

 

 

 

Teknikarar frá løgregluni kanna íbúðina, har tann 37 ára gamli, sum er skuldsettur fyri at hava dripið fimm fólk í Kongsberg í Noreg, búði. - Foto: Terje Pedersen/Ritzau Scanpix