Norska Nobelnevndin meldað til løgregluna

Í Noregi hevur løgfrøðingurin Fredrik S. Heffermehl meldað norsku Nobelnevndina til løgregluna.

Í bókini "Nobels vilje", sum kom út í 2008, skrivaði Fredrik S. Heffermehl, at ætlanin hjá Alfred Nobel var at stovna eina heiðursløn, sum skuldi latast fyri virkið arbeiði fyri friði og einari nýggjari altjóða rættarskipan, har londini trygt skuldu kunna sleppa sær av við alla hernaðarútgerð.

 

Í síðsta mánað tók hann eitt stig afturat, tá hann gjørdi av at melda norsku Nobelnevndina til løgregluna. Hann vil vera við, at nevndin hevur eina alt ov breiða tuking av viljanum og ætlanini hjá Alfred Nobel, sum beinleiðis er í stríð við tað upprunaliga endamálið. Niðurstøða hansara er tí, at nógv tær flestu friðarheiðurslønirnar, sum eru latnar síðani 1945, eru ólógligar og revsiverdar.

 

Í skrivinum til løgregluna skrivar Fredrik S. Heffemehl, at núverandi formaðurin í norsku Nobelnevndini, Thorbjørn Jagland, og skrivarin, Geir Lundestad, hava eina serliga ábyrgd av tí, sum hann kallar lógarbrot.

 

Millum tey mongu, sum sambært norska løgfrøðinginum, fingu friðarheiðurslønina ólógliga, eru

Læknar uttan Landamark (1999)

Jimmy Carter (2002)

Wangari Maathai (2004)

ST veðurlagsnevndin og Al Gore (2007)

Barack Obama (2009)

ES (2012).