Norska "skreifisket" er av

- Vertíðin í ár hevur verið avbjóðandi, sigur eftirlitsmaðurin, Charles Ingebrigtsen, sum fegnast um, at øll hava gjørt sítt besta.

 

 

Týdningarmesta vertíðarveiðan, sum tey í Noregi rópa "skreifisket", er av, og hin 30. apríl var seinasti dagur, har loyvt var at pakka dygdarvøruna, tey kunnu rópa "skrei".

 

Í Noregi var stúran um veiði og framleiðslu av hesum fiski í vár, tí stórir trupulleikar hava verið við koronu-farsóttini. Vanliga leita nógv fólk sær til Lofoten hesa tíðina av árinum, bæði til at fiska og arbeiða henda serstaka fisk, sum kemur inn á firðirnar um várið. 

 

Sum skilst á Kystmagasinet.no, eru størstu marknaðirnir fyri fiskin í Týsklandi, Spania og Fraklandi, og sambært søluumboðum í hesum londum eru afturmeldingarnar um fiskin í ár góðar. 

 

Krøvini í Noregi til skrei-fiskin eru strong. Tí hevur ein ávís stúran verið í ár um, hvussu eftirlitið kundi gerast best møguligt, men sambært heimasíðuni eru afturmeldingarnar úr útlandinum góðar, og fiskurin verður róstur til skýggja.

 

- Tað er gleðiligt at hoyra, at bæði fiskimenn, fiskakeyparar, flutningsfeløg og tey, sum annars hava havt ábyrgdina av fiskinum, hava gjørt sítt besta fyri at tryggja eina góð vøru til keypararnar, hóast vertíðin í ár hevur verið avbjóðandi, sigur eftirlitsmaðurin, Charles Ingebrigtsen.