Norski ráðharrin í norðurlandamálum vitjar

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur í dag vitjan av norska ráðharranum í norðurlandamálum, Heidi Grande Røys

Á fundi í morgin fara ráðharrarnir at umrøða samstarvið millum londini í norðurlendskum høpi. Millum annað fara ráðharrarnir at umrøða, hvussu norðurlond í felag kunnu taka við teimum stóru avbjóðingum, sum samtíðin setur okkum. Harumframt fer Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, eisini at greiða frá føroysku ætlanunum í norðurlendska samstarvinum, soleiðis at norðmenn kunnu taka undir við teimum.

Samstarvið millum norðurlond er skipað í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska ráðharraráðnum. Norðurlandaráðið fevnir um samstarv millum tinglimir úr øllum Norðurlondunum, og er skipað sum eitt ting við 87 limum, ið kemur saman einaferð um árið. Føroyar hava 2 tinglimir í Norðurlandaráðnum.

Samstarvið millum norðurlendsku stjórnirnar er skipað í Norðurlendska ráðharraráðnum, ið var sett á stovn í 1971. Norðurlendska ráðharraráðið leiðir samstarvið á stjórnarstigi og samskipar dagliga virksemið í norðurlendska samstarvinum. Eisini umsitur Norðurlendska ráðharraráðið teir ymsu norðurlendsku stovnarnar.

Formliga hava forsætisráðharrarnir evstu ábyrgd av hesum samstarvinum, men tað eru norðurlendsku samstarvsráðharrarnar, ið dagliga fyrisita hesa heimild. Samstarvsráðharranir eru átta í tali, ein fyri hvørt Norðurland.

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, er føroyskur samstarvsráðharri í norðurlandamálum. Allir samstarvsráðharrarnir hittast á regluligum fundum, har ið teir leggja til rættis norðurlendska samstarvið. Somuleiðis er eisini javnan fundir millum einstøku samstarvsráðharranar, har ið teir sínámillum umrøða mál av felags áhuga.

Umframt at vera norðurlendskur samstarvsráðharri, er Heidi Grande Røys eisini ráðharri í almennari fyrisiting og nýmenning. Hetta er fyrstu ferð, at norski samstarvsráðharrin er á vitjan í Føroyum.