Norski Thor setti alt um á pláss

Norski súklarin Thor Hushovd hjá amerikanska felagnum hevur havt eitt sera gott Tour de France í ár, og aftur í dag vísti hann, at hann kann meiri enn teir flestu, eisini í fjøllunum. Í dag kom Hushovd sum tann triði um fjallið Col d'Aubisque, men undan brekku var hann so mikið skjótari á súkluni enn teir báðir frammanfyri, at hann fór einsamallur sum tann fyrsti um málstrikuna.

 

Danin Lars Bak, sum súklar fyri HTG Highroad, kom á mál sum nummar fýra.

 

Støðan millum favorittarnar broyttist ikki í dag, og Thomas Voeckler úr felagnum Eurocar er framvegis í teirri gulu føraratroyggjuni.