Norskir dansikongar bjóða føroyingum dans fyri seinastu ferð

Teir hava verið her áður og hava nógvar fjepparar her á landi

Í oktober kemur kendi, norski dansibólkurin, Ole Ivars, til Føroya. Fyrstu ferð, teir vóru her, var í 2003, men nú eru teir farnir á sína seinastu konsertferð undir heitinum »siste dansen« og í hesum sambandi verið so eisini ein konsert í Havn í oktober.

 

Norski dansibandsbólkurin Ole Ivars hevur verið sera vælumtóktur í Føroyum og norðurlondum í nógv ár. Bólkurin byrjaði sum ein tannráringabólkur longu í 1964, og síðani hava teir sitið á dansitrónini í bæði Noregi og øðrum londum í norðurlondum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. 

 

Alla hesa tíðina, næstan 60 ár, hava teir spælt í nógvum ymiskum londum og hava fingið milliónir av fólki upp á gólv. Hesi árini hava teir eisini fingið hópin avtónleikavirðislønum, eisini ta størstu virðislønina í Noregi, nevniliga "Årest Spelband", ið teir fingu í 1999. 

 

Ein hin best umtókti sangurin hjá Ole Ivars er ivaleyst "Jeg trodde englarne fanst", men eisini “Nei, så tjukk du har blitt”, ið flest allir føroyingar munnu kenna. Í Føroyum syrgdi serliga Elis Poulsen, sáli, fyri, at Ole Ivars ljómaðu kring landið, og eru teir helst tann mest spældi dansibólkurin í Kringvarpinum.

 

Nú fara teir so á pall í høllini á Hálsi og tað verður leygardagin 22. oktober. Fyrireikararnir siga, at tá verður dansur til tann ljósa morgun, tí umframt Ole Ivars, fara eisini Hans Jacob Hjelm við orkestri og Finnur Olsen frá “Upp á tá” at syngja og spæla dansitónleik.