Norskir tipparar kunnu fegnast um føroyskan fótbólt

Eftir ein steðg upp á seks vikur er ”tippekupongen” aftur. Nú verið føroyskum fótbólti

Í seks vikur hevur ongin ”tippekupong” verið í Norra. Tippekupongen hevur 72 ár á baki, men eisini hon mátti lúta fyri Korona. Bjargingin er millum annað føroyskur fótbóltur, skrivar norska blaðið Glåmdalen.

- Vit lata upp fyri tippekupongen aftur mikudagin. Tað verður dystum frá Føroyum, Hvítarusslandi og Suðurkorea. Tippekupongen skal vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin klokkan 13.55, sigur Ole Morten Bratberg frá Norsk Tipping við glomdalen.no.

Ole Morten Bratberg greiðir frá, at tað hevur verið ógjørligt at hava tippekupongen meðan koronasmittan hevur herja, tí ongin ítróttur hevur verið. Hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at hon ikki hevur verið.

Vanliga hevur Norsk Tipping tríggjar Tippekuponger um vikuna, men nú verður nokk við einari. Millum annað hevur verið ivasamt um Hvítarussland fór at hava ein steðg í kappingini.

Tað er eisini fótbóltur í Tadsjikistan og Turkmenistan, men er svikaligt við alemnnum úrslitum av dystunum. Tí vil Norsk Tipping ikki gera meiri við dystirnar í Tadsjikistan og Turkmenistan.