Tá tryggingarfelagið hevði kannað umstøðurnar, vísti tað seg, at alarin hevði uppgivið heili 23.842 síl fleiri at vera mist úr nótunum, enn veruleikin var Ein norskur alari fekk í heyst 10 mánaðar fongsul og 1,3 miljónir norskar krónur í bót fyri tryggingarsvik.
Tað var á heysti 2002, at hol kom á ta einu nótina hjá alifelagnum Nordkapp Sjøfarm í Finnmørkini. Hetta hendi, meðan teir vóru í holt við at taka síl til sláturs.
Dagligi leiðarin og parteigarin í alifelagnum læt Gjensidige NOR vita, at 53.000 síl vóru rýmd úr nótini, soleiðis at bert 26.298 síl komu til sláturs. Á hesum grundarlagi rindaði tryggingin alaranum 2.074.000 norskar krónur í endurgjaldi.
Við grundarlagi í útsettum sílum, fóðurnýtslu og ymiskum frágreiðingum, fór Gjensidige NOR at ivast í, um talið av mistum sílum, sum dagligi leiðarin hevði givið upp, var rætt.
Tryggingarfelagið sett í verk eina kanning sum vísti, at alarin hevði uppgivið heili 23.842 síl fleiri at vera mist, enn kanningin kom eftir.
Gjensidige NOR meldaði alaran til løgregluna, sum eisini fór undir at kanna málið.
Undir rættarmálinum, sum fór fram í Hammerfest, kom eisini fram, at dagligi leiðarin hevði fingið mannin, sum hevði ábyrgdina av dátu-skipanini hjá felagnum, at sletta tvær frágreiðingar yvir tøku av fiski. Tann, ið hevði dátu-skipanina um hendi, viðgekk í rættinum at hava slettað hesar frágreiðingar.
Norski alarin fekk 10 mánaðar fongsul og 1,3 miljónir norskar krónur í bót fyri svikið.
Peningurin skal rindast Gjensidige NOR.
Tað er norska blaðið Fiskaren, sum ber hesi tíðindi.