Norskur ráðharri kallar til tíðindafund um SAS

Norska stjórnin hevur arbeitt við at lata SAS gjalda fyri eitt koronulán við partabrøvum í felagnum

Norski vinnumálaráðharrin, Jan Christian Vestra, hevur kallað til tíðindafundar um flogfelagið SAS nú klokkan 7 í morgun.

Stjórnin hevur latið upp fyri møguleikanum at umleggja eitt koronulán hjá SAS upp á hálvaaðru milliard norskar krónur til partabrøv í felagnum til norska statin, men hevur enn ikki boðað frá avgerð síni.

Lánsupphæddin er umleið 1,07 milliardir í okkara krónum og kann hjálpa upp á ringastu støðuna hjá skandinaviska flogfelagnum.

SAS er í ferð við umfatandi bygnaðarbroytingar, og hevur boðað frá stórum sparingum, um flogfelagið skal á veingirnar aftur.

Norski staturin seldi í 2018 øll síni partabrøv í flogfelagnum.

/ritzau/